UEFA ætlar at taka heimavøllin frá KÍ og NSÍ

Í løtuni eru FSF og feløgini í bíðistøðu, eftir at tey seinastu dagarnar við hjálp frá eitt nú landslæknanum hava roynt at sannføra UEFA um, at tað er ráðiligt at spæla Europa fótbólt í Føroyum

UEFA ætlar at taka heimavøllin frá Páll A. Klettskarð og hinum í KÍ, sum vera noyddir av landinum - kanska til Póllands at spæla heimadystin í nýggju europeisku kappingini

Í Sosialinum í kvøld er stór grein, har tað verður greitt frá, at tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at KÍ heldur ikki í ár sleppur at spæla Europa fótbólt í Klaksvík, og at NSÍ ikki sleppur at spæla Europa fótbólt á Svangaskarði.

 

Tað eru strongu sóttarhaldskrøvini í Føroyum, sum UEFA heingir seg í. UEFA vil ikki, at nakað felag aftur skal koma í ta støðu, sum Slovan Bratislava kom sær í fyri einum ári síðani. Tá bar ikki til at spæla í Klaksvík, tí alt liðið skuldi í sóttarhald, tá ið onkrir av spælarunum vóru staðfestir at vera positivir.

 

Sosialurin veit at siga, at FSF hevur roynt at sannføra UEFA um, at talan er ikki um nakran vanda. Víst verður á, at tað bæði hava verið landsdystir í hondbólti og fótbólti, og at liðini hava verið í sosialum boblum. Í gjár sendi landslæknin frágreiðing til UEFA um hetta.

 

Tað varð vónað, at UEFA fór at svara í dag. Men enn er einki svar komið, siga góðar keldur nú fyri in.fo. Tað verður roknað at vera ódámlig ábending, at UEFA ikki hevur svarað.

 

Um UEFA framvegis ætlar at flyta dystirnar hjá KÍ og NSÍ úr Føroyum, so hevur verið nevnt, at liðini eitt nú skulu spæla á heimavølli í Póllandi.

 

NSÍ skal spæla á Svangaskarði 8. juli, og KÍ skal spæla í Klaksvík 15. juli.

 

UEFA ætlar at taka heimavøllin frá Páll A. Klettskarð og hinum í KÍ, sum vera noyddir av landinum - kanska til Póllands at spæla heimadystin í nýggju europeisku kappingini