UEFA: Hesir eru í uppskoti til ársins spælara

UEFA hevur valt tríggjar spælarar, sum eru í uppskoti til ársins spælara

UEFA hevur valt tríggjar spælarar, sum eru í uppskoti til ársins spælara. Talan er um Karim Benzema og Thibaut Courtois úr Real Madrid, og Kevin De Bruyne hjá Manchester City.

 

Stóra navnið og favoritturin at vinna er Karim Benzema. Hann skoraði 44 mál í 46 dystum í einum kappingarári, har Real Madrid vann bæði sponsku landskappingina og Champions League.

 

Eitt sindur óvanligt, so er ein málverji eisini í uppskoti. Talan er um belgiska landsliðsmálverjan, Thibaut Courtois, sum hevur verið stórspælandi hjá Real Madrid.

 

Triði og seinasti maðurin á listanum er Kevin De Bruyne. Belgiski miðvallarin hevur verið ein sannur brandur á miðvøllinum hjá Manchester City, men hann hevur ikki nakað Champions League heiti at vísa á, men hann er Premier League vinnari.

 

Vinnarin verður kosin hósdagin 25. august, tá lutakastið til bólkaspælið í Champions League verður.