30 prosent av Ukraina er uttan streym

Russar hava roynt at gjørt tað so ómøguligt hjá ukrainska fólkinum sum gjørligt.

Eftir áhaldandi russisk álop á sivila undirstøðukervið í Ukraina liggja framvegis 30 prosent av velduga stóra landinum við ongum streymi.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga, og tað er ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, sum er kelda til tíðindini.

 

Ukrainar hava í stórum tali verið uttan el, hita og vatn, og tað hevur eisini verið trupult at teimum, sum koyra bil, at bunkra bilarnar.

 

Russar hava roynt at gjørt tað so ómøguligt hjá ukrainska fólkinum sum gjørligt, og her hevur eisini verið søkt at vanligum bensinstøðum.