Ukraina bjóðar jarðskjálvtarakta Turkalandi hjálp

- Vit senda okkara samkenslu til familjurnar hjá teimum, sum eru rakt. Vit standa nær turkiska fólkinum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Krígsherjaða Ukraina bjóðar nú jarðskjálvtarakta Turkalandi hjálp. 

 

Forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at ukrainskir myndugleikar eru til reiðar at veita landinum hjálp, nú harður jarðskjálvti hevur rakt landið.

 

Fleiri hundrað fólk eru staðfest deyð, bæði í Turkalandi og Sýria, og nógvar ferðir fleiri eru særd.

 

Volodymyr Zelenskyj skrivar á Tvitter, at hann er skelkaður yvir tíðindini um tey mongu, sum hava latið lív og eru løstað í jarðskjálvtanum.

 

- Vit senda okkara samkenslu til familjurnar hjá teimum, sum eru rakt. Vit standa turkiska fólkinum nær.

 

Forsetin í Ukraina leggur aftrat - á turkiskum máli á Tvitter - at landið er til reiðar at veita neyðuga hálp.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.