Ukraina er favorittur at vinna Eurovision

Í kvøld verður finalan í europeisku tónleikakappingini

Kalush Orchestra er favorittur at vinna Eurovision í kvøld

Í kvøld verður finalan í Eurovision tónleikakappingini. Í ár er Italia, sum vann kappingina seinast, vertur.

 

Tey, sum fylgja væl við kappingini, siga, at Ukraina er favorittur at vinna kappingina í kvøld. Sangurin hjá Ukraina hevur verið roknaður sum ein av teimum frægu, men vanlukkuliga støðan í Ukraina kann fáa ávirkan á, hvussu fólk atkvøða í kvøld. 

 

Stóra Bretland og Svøríki verða annars nevnd sum lond, ið hava møguleika at vinna Eurovision í ár. Mett verður, at hjá dómsnevndunum stendur Stóra Bretland sterkast, men Ukraina fer at fáa flestu áhoyraraatkvøðurnar.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Ukraina sum greiðan favoritt at vinna.

 

Eurovision sæst eitt nú á DR1 frá klokkan 20 í kvøld.

 

Kalush Orchestra er favorittur at vinna Eurovision í kvøld