Ukraina: Fyrsti forseti landsins er deyður

Báðir teir fyrstu forsetarnir í ávikavist, Ukraina og Hvítarusslandi, eru nú farnir um sýn.

Leonid Kravtsjuk, sum leingi hevur drigist við sjúku, gjørdist 88 ára gamal.

Fyrsti forsetin í Ukraina, eftir at landið gjørdist sjálvstøðugt ríki, Leonid Kravtsjuk, er deyður, 88 ára gamal.

 

Tað skrivar borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, á Telegram í dag. 

 

- Í dag doyði fyrsti forseti landsins í sjálvstøðuga Ukraina, skrivar borgarstjórin, sum rósar manninum fyri, at hann var gávuríkur, sermerktur og hevði innlit og vitan.

 

Ukraina gjørdist sjálvstøðugt ríki, tá Sovjetsamveldið fór í upploysn í 1991, og Leonid Kravtsjuk var forseti landsins fram til 1994.

 

Leonid Kravtsjuk doyði í dag eftir drúgva sjúkralegu, siga keldur í familjuni hjá forsetanum við ukrainskar miðlar. 

 

Saman við forseta Russlands, Boris Jeltsin og forsetanum í Hvítarusslandi, Stanislaw Sjusjkevitsj, skrivaði Leonid Kravtsjuk undir avtaluna sum upploysti Sovjetsamveldið.

 

##med2##

 

- Stanislaw Sjusjkevitsj gjørdist fyrsti forsetin í einum sjálvstøðugum Hvítarusslandi. Hann gjørdist 87 ára gamal og doyði hin 4. mai í ár, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

 

 

 

 

Leonid Kravtsjuk, sum leingi hevur drigist við sjúku, gjørdist 88 ára gamal.

Stanislaw Sjusjkevitsj doyði herfyri, 87 ára gamal.