Ukraina hevur nú eftirlit við týdningarmiklari á

Sambært ukrainskum myndugleikum hava teirra herdeildir nú eftirlit við Oskil-ánni í Kharkiv-regiónini. Eftirlitið við ánni er týdningarmikið fyri átøkini hjá Ukraina har eysturi í landinum.

 

Ukrainska verjan upplýsir í einum video-broti á Telegram í dag, at herdeildir hjá teimum nú eru farnar um Oslkil-ánna har eysturi í landinum.

 

- Í gjár fingu vit eisini eftirlitið við vestursíðuni á ánni, upplýsir ukrainska verjan.

 

Video-brotið, sum útlendskir miðlar hava víst, vísir eisini stríðsvognar, sum fara um ánna og sum møta ukrainskum hermonnum hinumegin Oskil-ánna.

 

Seinastu tíðina eru ukrainskar herdeildir í Kharkiv-regiónini komnar eystur til Oskil-ánna og hava trýst russisku deildirnar eystureftir.

 

Ukrainska verjan sigur, at eftirlit við báðum síðum av ánni verður eitt týdningarmikið gjøgnumbrot, sum ger tað møguligt hjá ukrainsku herdeildunum at koma longur eysturyvir móti Luhansk-regiónini.

 

##med2##

 

 

 

Kortið vísir stóru áirnar, Dnipro, Donets og Oskil. Í Ukraina er Dnipro meira enn túsund kilometrar long.