Ukraina hevur fingið fleiri stríðsvognar

Lond í vesturheiminum og onnur sameind royna at hjálpa ukrainum við verjuvápnum í royndini at reka russar úr aftur Ukraina.

Myndina eigur ukrainska verjumálaráðið.

Líkt er til, at ukrainska verjan nú hevur fingið fleiri sløg av stríðsvognum úr vesturheiminum og øðrum sameindum.

 

Tiðindastovan AFP veit at siga, at fleiri stríðsvognar eru komnir fram, og nú hevur ukrainska verjan eisini lagt hesa myndina út.

 

Á myndunum vísa hermenn stríðsvognar og hernaðarakfør saman við fløggum úr eitt nú USA, Bretlandi og Týsklandi.

 

Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør, og soleiðis hava ukrainar roynt at vart sítt land og fólk sum best í meira enn eitt ár.

 

Oyðileggingarnar í landinum eru øgiligar, og her eru nógvar lagnur. Einki bendir á, at Russland ætlar at taka síni herlið heimaftur.

 

Lond í vesturheiminum og onnur sameind royna at hjálpa ukrainum við verjuvápnum í royndini at reka russar úr aftur Ukraina.

 

 

 

Myndina eigur ukrainska verjumálaráðið.