Ukraina: Skundfundur í ST-trygdarráðnum

- Tá hitin fer niður um frostmarkið, er hetta hópoyðilegging, og hetta er brotsverk móti mannaættini, sigur ukrainski forsetin.

- Vit hava tikið Kherson aftur og so skjótt, sum russar flýddu úr býnum, byrjaðu teir miðvíst at leypa á býin.

 

Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einari talu á skundfundi í ST-trygdarráðnum í kvøld.

Hann lýsti russisku álopini sum skipað álop ímóti sivilfólki og sivila undirstøðukervinum í landinum, har stórir partar av Ukraina nú eru uttan el og rennandi vatn.

 

- Tá hitin fer niður um frostmarkið, er hetta hópoyðilegging, og hetta er brotsverk móti mannaættini, segði ukrainski forsetin.

 

Hann kom samstundis við einari bøn til trygdarráðið.

 

- Okkum tørvar effektiv verjuvápn í luftini, og vit heita á tykkum um at hjálpa okkum at tryggja mannalív.

 

Tað vóru USA og Albania, sum bóðu um skundfundin í ST-trygdarráðnum.

 

Orkumálaráðið í Ukraina upplýsir, at nógv tey flestu heimini í Ukraina hava mist streymin eftir bylgjuna av russiskum álopum í dag.

 

Seks fólk eru dripin, og í minsta lagi 36 eru løstað í russisku álopunum.

 

Ukrainski forsetin skrivar á Tvitter, at Russland fremur dráp av sivilum, oyðileggur sivila undirstøðukervið og fremur yvirgangsatsóknir. 

 

- Vit ynskja eitt aftursvar frá altjóða samfelagnum upp á hesi brotsverk, skrivar Volodymyr Zelenskyj.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

##med2##

 

 

 

Í høvuðsstaðnum Kyiv lótu trý fólk lív og seks onnur vórðu løstað av russiskum rakettálopum í dag.