Ukrainar fagna frígering av Slanguoynni

Russiska verjumálaráðið sigur, at teirra herdeildir eru farnar av Slanguoynni fyri at vísa tekin um góðvilja - og herurin í Ukraina fegnast.

 

Tað er tíðindastovan, Ria Novosti, sum endurgevur russiska verjumálaráðið. Snake Island - ella Slanguoyggin, sum hon verður rópt - liggur í útnyrðingspartinum av Svartahavinum, einar 48 kilometrar úr ukrainsku strondini, og einar 300 kilometrar vestan fyri Krim-hálvoynna.

 

Hóast Slanguoyggin er lítil, heldur tankasmiðjan, Atlantic Council, at hon er eitt lyklapunkt fyri ukrainsku havleiðirnar í Svartahavinum.

 

- Eg takki verjudeildunum í Odessa-regiónini, sum hava gjørt tað, tær kundu fyri at frígera ein strategiskt týdningarmiklan part av okkara øki, sigur verjuleiðarin í Ukraina, Valerij Zaluzjnij, sambært NTB.

 

Leiðarin fyri kommandistøðina har suðuri í Ukraina skrivar á Tvitter, at skot og spreingingar hava verið at hoyrt av oynni í samband við, at russiski herurin rýmdi haðani í tveimum skjóttgangandi bátum.

 

##med2##

 

Sambært ríkisriknu russisku tíðindastovuni, Ria Novosti, er russiski herurin rýmdur av oynni fyri at vísa tekin um góðvilja. Hetta skal vísa, at Russland ikki ynskir at avbyrgja útflutningin av korni úr Ukraina. 

 

ST arbeiðir við at fáa í lag eina trygga farleið fyri útflutningi av korni sjóvegis úr Ukraina.

 

Slanguoyggin fall í russiskar hendur tíðliga í krígnum, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í ár. Tað var eisini um hesar leiðir, at russiska flaggskipið, rakettkryssarin Moskva varð søktur í einum ukrainskum álopi á skipið.