Ukrainsk álop í Russlandi

- Tvey øki í Kursk-regiónini í Russlandi eru partvís uttan streym orsakað av ukrainskum álopum, siga russar.

 

Í morgun veit russiska tíðindastovan, Ria, at siga, at Ukraina hevur framt álop í Russlandi.

 

Tað er guvernørurin í Kursk-regiónini, Roman Starovojk, sum er kelda til tíðindini.

 

Guvernørurin sigur, at tilsamans 11 rakettir eru skotnar eftir málum í økinum, og her eitt nú ein orkustøð rakt.

 

Eingin skal vera deyður í álopunum.

 

Sambært útlendskum miðlum í morgun eru tíðindini um ukrainsku álopini í Russlandi ikki váttað av óheftum keldum.

 

Seinastu tíðina hevur Russland framt eina røð av álopum móti sivila undirstøðukervinum í Ukraina.

 

Álopini hava ført til, at stórir partar av landinum hava ligið uttan el, hita og vatn.