Ukrainskur journalistur helst tikin av døgum

Felagsskapurin, sum hevur kannað hendingina, sigur seg hava funnið ymiskt í umhørvinum, har Maks Levin varð funnin deyður, sum bendir á, at russiskir hermenn vóru í økinum.

Felagsskapurin, RSF, sum er tíðindafólk uttan landamørk, halda, at ukrainski fotojournalisturin, Maks Levin og hermaðurin, sum fylgdi honum, eru tiknir av døgum.

 

Felagsskapurin fyri tíðindafrælsi hevur gjørt eina kanning í skógarøkinum norðan fyri ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, har journalisturin varð funnin deyður hin 1. apríl.

 

Maks Levin og hermaðurin, sum fylgdist við honum, góvu seinasta lívstekin frá sær hin 13. mars. Síðan frættist einki frá teimum báðum aftur.

 

Kanningarnar benda á, at Maks Levin helst leitaði eftir myndadronu síni í skógarøkinum.

 

Felagsskapurin RSF sgur, at 14 skot eru staðfest í útbrenda bilvrakinum. Bilurin, teir koyrdu í, liggur framvegis í skógarøkinum.

 

Tey, sum hava kannað hendingina, siga seg hava funnið ymiskt í umhørvinum, har Maks Levin varð funnin deyður, sum bendir á, at russiskir hermenn vóru í økinum.

 

Kanningarnar hjá RSF vísa eisini, at fotojournalisturin varð skotin við einari ella tveimum kúlum í stuttari frástøðu - helst, meðan hann lá á vølllinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.