Um Barbaru á donskum

?Livets geniale relief? eftir Jógvan Isaksen er bók um skaldsøguna Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen

MENTAN
Fiskers Forlag hevur givið út bókina ?Livets geniale relief? eftir Jógvan Isaksen. Hetta er donsk týðing og tillaging av bókini ?Á verðin, verðin!? um skaldsøguna Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, sum kom út í 1998.
?Livets geniale relief? er roynd at gera eina hampuliga nágreiniliga gjøgnumgongd av skaldsøguni Barbaru. Lagt verður fyri við at siga, hvussu skaldsøgan kom í, hvussu móttøkan var og hvørjar søguligar hendingar, ið búgva aftanfyri. Síðani verður skaldsøgan viðgjørd í mun til persónlýsingar, temu, filosofisk rák við meira. Ímóti endanum verða eisini aðrar skaldsøgur drignar uppí, skaldsøgur, sum Jørgen-Frantz fyri ein part segði seg skula vara seg ímóti.
Í minningarrøðu í Keypmannahavn, áðrenn kistan við Jørgen-Frantz Jacobsen varð send heim, segði Christian Matras, at Jørgen-Frantz eina tíð kendi ?lívstarvs sítt at vera í politikki, í tí at greiða ta fløkju, sum søgan og heimføðisligir politikarar høvdu vavt viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum inní?. Um evnini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen á hesum øki sigur Christian Matras: ?Við einum sætta sansi, sum eg veit ongan annan føroying hava átt, dugdi hann at seta fram føroyskar spurningar, so danir hertaðu eftir.?
?Livets geniale relief? er givin úr á Fiskers Forlag og er 95 blaðsíður til støddar. Zacharias Heinesen gjørdi permumyndina.