Gongst sum ætlað, verður Herjólfur 3 aftur í Føroyum um eina góða viku. Strandferðslan hevur leigað íslendsku ferjuna, Herjólf 3 at koma til Føroya at sigla við farmi ímillum Suðuroynna og Havnina. Orsøkin er, at tað er so nógvur farmur at flyta, at Smyril klárar tað ikki einsamallur og sostatt hendur tað seg meiri enn so at bilar og farmur ikki sleppa við eftir ætlan.
Samstundis avloysti Herjólfur 3 eisini Smyril tá ið hann var í dokk. Men tað var við í avtaluni við íslendingar, at Herjólfur 3 skuldi fara aftur til íslands nú í oktober at vera avloysaraskip har, tá ið Herjólfur 4 skuldi í dokk.
Sostatt fór Herjólfur 3 yvir aftur til Íslands fyrst í oktober, og tað hevur eisini merkt siglingina um Suðuroyarfjørð, tí ferðafólk greiða frá, at á onkrum túrum eru tey ikki sloppin við Smyrli, tí tað hevur ikki verið pláss.
Herjólfur 4 fór í dokk 10. oktobur og eftir ætlan skuldi arbeiðið taka tríggjar vikur. Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at seinast hann frætti frá íslendingum gekst sum ætlað. Hendir einki óvæntað, verður Herjólfur 4 sostatt liðugur um eina viku og tá kemur Herjólfur 3 so aftur til Føroya.
Virkandi stjórin á Strandferðsluni, sigur, at tá verður hann so settur í sigling ímillum Suðuroynna og Havnina, fyrst og fremst við tí endamálið at føra farm ímillum. Áðrenn Herjólfur 3 fór yvir til Íslands, sigldi hann ein túr aftur og fram um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina fýra dagar um vikuna, týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag.