Dávid Isfeld, lesandi í Kbh.
Okkara løgting fer í næstum at atkvøða um, hvørt samkynd í Føroyum skulu verða vard við lóg ella ikki. Hvussu skal ein løgtingslimur koma fram til eina avgerð um, hvussu hann skal atkvøða? Tað er sjálvsagt ikki lætt í einum landi sum Føroyar, har valdømini eru so nógv og tískil so lítil, at trúfesti hjá hvørjum einstakum veljara yvir fyri sínum umboði á tingi, hevur alstóran týdning fyri viðkomandi løgtingslim. Men hóast ein løgtingslimur, valdur av sínum medborgarum í sínum valdømi, umboðar sínar veljarar, skal hann, sum alment lønt embætisfólk, tæna øllum føroyingum sum løgtingslimur í Føroya Løgtingi. Tá málið fyri Løgtingið snýr seg um rættindini hjá samkyndum at liva í friði og vinsælu, er ikki longur talan um lokalpolitik, men um eina lóggávu, ið er galdandi fyri allar Føroyar, og skal vera til frama fyri øll tey samkyndu í Føroyum – lokalpolitikkur og stúran fyri trúføstum veljarum má víkja eina løtu.
Ábyrgdin hjá tingmanninum
Ein løgtingslimur er sjálvsagt fyrst av øllum ein persónur við egnari moralskari sannføring og etiskum reglum. Men sum løgtingslimur til fundar í Løgtinginum, eigur hann at hugsa um, hvat gagn hann kann gera fyri føroyingar; og sum tinglimur eigur hansara fyrsta ábyrgd at vera, at syrgja fyri at vera við til, at lóggeva til frama fyri trygd og trivnað fyri allar føroyingar. Um ein løgtingslimur ikki ynskir, ella sær seg føran fyri vegna átrúnað, at tæna øllum føroyingum, átti hann einfalt ikki at hildi seg til tað ábyrgdarfulla og heiðurliga starv sum løgtingslimur. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at ein tinglimur skal atkvøða ja fyri øll uppskot, men tá talan er um eina lóg, ið ikki er til sálarligan ella kroppsligan ampa fyri meirilutan og til frama fyri minnilutan, eigur ein slík lóg at fáa viðhald, óansæð átrúnað.
Fatan í Danmark - við viðmerkingum
Danska tíðindablaðið, Politiken, hevur skrivað eina røð um “homofobiina” í Føroyum, í samband við áganginum móti Rasmusi Rasmussen. Har eru samrøður og meiningar, sum vit mugu taka til eftirtektar. Tá vit hugsa um føroyskan politik og lóggávu, hugsa vit ikki so nógv um, hvat útheimurin meinar og ger. Vit gera eftir bestu sannføring og samvitsku; og tað skulu vit eisini. Men tá tað nú er soleiðis, at vit liva í eini globalari tíð, har tíðindi ferðast um allan knøttin alla tíðina, mugu vit eisini taka hædd fyri tonkum, gerðum og meiningum hjá heimssamfelagnum. Vit kenna jú øll heimsstovnin ST, sum eitt nú hevur eina viðtøku um mannarættindi; og tað sum hendur í Føroyum nú er sera ivasamt sambært hesa viðtøku.
Í Politiken fyri leygardagin 28. okt. skrivar ein, Stig Ørskov, m.a.: “Afvisningen af forslaget er med andre ord en meget tydelig accept af, at det er i orden at diskriminere færøske homoseksuelle. Et signal, som den homofobiske del af den færøske befolkning har taget til sig”. Hetta er eitt sjónarmið av dønum um okkum føroyingar; eitt sjónarmið, ið kann gerast sera skaðiligt, um tað gert ein umfatandi fatan av føroyingum í Evropa og aðra staðni í heiminum. Men enn verri er, at tað faktiskt tykist at vera eitt signal til tey, ið ræðast ella hata samkynd, at tað er í lagi at gera seg inn á tey samkyndu. Tí er tað neyðugt at fáa slíka lóggávu samtykta á Tingi.
Tað er hálva vegna almenn vitan, at fleiri av løgtingslimunum, ið hava og vilja aftur atkvøða nei til uppskotið um verju av samkyndum, hoyra til aðrar meinigheitir enn fólkakirkjuna; og av tí at fólkakirkjan er okkara átrúnaðarliga andlit úteftir, er tað eitt sindur harmiligt og órógvandi at lesa í somu grein úr Politiken: “BAG HOMOFOBIEN ligger et middelalderligt værdisæt, som holdes i live af en ekstrem aktiv kirke, der ser stort på universelle menneskerettigheder, og gør hvad den kan for at få færingerne til at betragte homoseksualitet som en sygdom.” Hetta er ein fatan, ein hevur lætt við at skilja orsaka av avgerð Løgtingsins, hóast føroyska fólkakirkjan ikki er ekstrem. Allur sannleikin um føroyingar, kristnir ella ikki, kemur ikki fram, tíverri. Men tað er kostnaðurin fyri slíka dáragerð á Tingi. Tað gert heldur ikki betur, tá Jenis av Rana í eini samrøðu í Politiken 27. okt. verður siteraður fyri at siga “...vi (Centerparti, ed.) mener ikke, at landets love må være i modstrid med Bibelen. I det Ny Testamente står der kort og godt, at homoseksuelle ikke kan arve Guds rige.”
Guðs ríki ella Føroyar
Til hetta kann ein bert siga, at ein løgtingslimur skal vera við til at lóggeva til tess, at allir føroyingar kenna, at Løgtingið arbeiðir fyri teir allar; soleiðis, at øll kenna seg vird, og kenna seg tryggjaði av einum vælvirkandi Løgtingi. Løgtingslimir hava, harafturímóti, hvørki heimild ella til uppgávu at geva fólki atgongd til ella uppihaldsloyvi í Guðs ríki. Føroya Løgting arbeiðir fyri føroyingar í Føroyum; og Føroyar eru eitt stað á jørð, og als ikki Guðs ríki, hóast vakrar og heimligar. So skuldi tað verið komið upp á pláss, um nakar yvi var um hatta.
Tað er eyðsæð, at Bíblian ikki altíð er líka væl egna til verðsliga lóggávu, hóast góður vegleiðari. Í Bíbliuni eru vit jú øll syndarar, so hví velja nakrar syndarar burturúr til at vanrøkja og vanvirða. Tað er heldur ikki upp til okkum “syndarar” at velja burturúr, hvør kann og hvør ikki kann fáa hjálp og verju, alt eftir um tey kunna arva Guðs ríki. Hava vit gloymt søguna um sámáriubúgvan, ið hjálpti avbukaða jødan; og hava vit gloymt týdningin og læruna av hesi søgu?
PS. Hvussu er tað ímóti Bíbliuni at seta eina verðsliga lóg í gildi í Føroyum (ikki í Guðs ríki), sum er sprottið av næstrarkærleika og samkenslu, fyri at verja nøkur samkynd móti ágangi og mismuni?
At enda...
Eg havi havt drúgva grein í Sosialinum 9. okt. um næstrarkærleika og annan jaligan boðskap frá Jesusi, so eg fari ikki at gera meira við tað nú – vil ein ikki lurta eftir tí partinum í Bíbliuni er lítið gott at koma eftir. Nei, eg vil bert, við støði í boðskapinum hjá Jesus, heita á løgtingslimirnar um at vera við til at hjálpa og verja heldur enn onki at gera við hetta mál (ið hevur vanvirðing og ágang á gøtuni sum árin); virða heldur enn at vanvirða; vísa tolsemi heldur enn trongskygni og dømandi sjálvrættvísi. Veitið teimum samkyndu virðing og trygd við lóg, tí tað tykist at vera neyðugt, hóast tað ikki átti at verið so í einum “veruligum” kristnum samfelag.