Løgregluovastin, Brian Thomsen, ásannar, at støðan saktans kundi endað við einari vanlukku, tí møguleikarnir at yvirliva á ókendari oyggj hesa ársins tíð eru smáir. Mynd: Grønlands Politi.

Umfatandi leiting í Grønlandi endaði væl

Tveir menn, sum leitað hevur verið eftir, vórðu í dag funnir í øllum góðum á einari oyggj. - Tað eru smáir møguleikar at yvirliva slíka hending, sigur løgregluovasti.

Løgregluovastin, Brian Thomsen, ásannar, at støðan saktans kundi endað við einari vanlukku, tí møguleikarnir at yvirliva á ókendari oyggj hesa ársins tíð eru smáir. Mynd: Grønlands Politi.

Mikunáttina setti Grønlands Politi eina leiting í verk eftir tveimum monnum - 37 og 18 ára gamlir. Teir vóru farnir úr Aasiaat móti bygdini Niaqornaarsuk mánadagin í einari opnari jollu.

 

- Fyrrapartin í dag vórðu menninir funnir í øllum góðum við oynna, Akulliit. Jollan var sokkin, men tað var eydnast teimum at sleppa í land. Her vórðu teir funnir av einum lokalum báti, sum luttók í leitingini.

 

Menninir høvdu fingið fatur i onkrum í familjuni við sínari fartelefon, har teir søgdu, at teir høvdu trupulleikar við motorinum á bátinum. og tískil vóru teir farnir upp á land á einari ókendari oyggj.

 

Tað hevði tó ikki eydnast monnunum at siga, hvør knattastøðan var, har teir vóru staddir, og eftir øllum at døma mistu teir eisini streymin á telefonin, soleiðis at teir ikki fingu givið neyvari boð frá sær.

 

Grønlands Politi setti tískil stóra leiting í verk, bæði við løgreglubáti, verjuskipi og tyrlu. Haraftrat heitti løgreglan á fólk, sum sigldu um hesar leiðir, um at hava eyduni eftir monnunum.

 

Í jolluni høvdu menninir hvørki neyðrakettir, neyðbluss, satelittelefon ella WHF-radio. Tá teir so eisini høvdu mist streymin á fartelefonini, var eingin møguleiki hjá teimum at siga frá, hvar teir vóru.

 

Løgregluovastin, Brian Thomsen, ásannar, at støðan saktans kundi endað við einari vanlukku, tí møguleikarnir at yvirliva á einari ókendari oyggj hesa ársins tíð eru smáir.

 

Men, so illa gekk tað tíbetur ikki, og menninir vórðu funnir aftur í øllum góðum.

 

- Vit takka øllum, sum vóru við í leitingini - ikki minst teimum sjálvbodnu, sum fóru at leita og at enda funnu menninar, sigur Brian Thomsen hjá Grønlands Politi, við Sermitsiaq.

 

 

 

Løgregluovastin, Brian Thomsen, ásannar, at støðan saktans kundi endað við einari vanlukku, tí møguleikarnir at yvirliva á ókendari oyggj hesa ársins tíð eru smáir. Mynd: Grønlands Politi.