Umhugsa at byggja eina eyka høll í Gundadali

Talan er um eina dupulthøll ella eina høll aftrat Gundadalshøllini

Hóskvøldið skal býráðið taka støðu til eitt uppskot um at samtykkja at heimila umsitingini at fara undir forkanningar um møguligar loysnir fyri eini eyka høll í Gundadali. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni í dag.

 

Í sambandi við samráðingarnar um yvirtøku av Gundadalshøllini í fjør varð gjørd ein støðulýsing av verandi høll.

 

– Høllini tørvar rímiliga umfatandi umvælingar komandi árini, siga tey úr kommununi.

 

Í sambandi við ætlan um at útbyggja er hugsanin at gera forkanningar viðvíkjandi ymiskum byggiloysnum, herundir loysnir við undanframleiddum bygningseindum, har kostnaðurin kann haldast niðri og byggitíðin kann styttast.

 

– Lendið norðanfyri høllina er í ávísan mun byggibúgvið frá byggingini fyrst í áttatiárunum, tá ætlanirnir upprunaliga vóru um eina dupulthøll. Hugsanin er bæði at kanna bygging av høll afturat verandi høll, og eisini at bygd verður nýggj dupulthøll.

 

– Kanningarnar verða gjørdar fyri at fáa betri grundarlag fyri politiskari støðutakan um framtíðar loysnir, við bæði fíggingartørvi, rakstri-og viðlíkahaldi og við funktión í huga, sigur kommunan á heimasíðu síni.