Umhugsa at flyta sendistovu til Jerusalem

Nýggi bretski forsætisráðharrin umhugsar at flyta bretsku sendistovuna í Ísrael

Mynd: Toby Melville/Reuters

Nýggi bretski forsætisráðharrin Liz Truss umhugsar at flyta sendistovuna hjá Stórabretlandi í Ísrael úr Tel Aviv til Jerusalem.

 

Tað skrivar blaðið The Telegraph.

 

Sambært blaðnum hevur Liz Truss tosað við ísraelska forsætisráðharran, Yair Lapid, um málið, og í løtuni verður møguleikan at flyta sendistovuna kannaður.

 

Í 2017 flutti USA sendistovu sína til Jerusalem, og tá ið Føroyar skuldu stovnseta sendistovu í Ísrael fyri trimum árum síðani, varð heitt politiskt kjak um, hvar sendistovan skuldi verða. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, var fortalari fyri, at sendistovan skuldi verða í Jerusalem, men aðrir politikarar hildu, at hon skuldi verða í Tel Aviv.  

 

Av tí at ST ikki vil góðkenna Jerusalem sum høvuðstað í Ísrael, verður tað roknað sum umstrítt at leggja sendistovur í Jerusalem. Flestu útlendsku sendistovur í Ísrael eru í Tel Aviv, og har er føroyska sendistovan eisini.

 

Mynd: Toby Melville/Reuters