Hondbóltur
Lat tað bara verða sagt alt fyri eitt. StÍF hevur aftur í ár eitt knallandi gott lið, og tó at leikandi venjarin frá í fjør, Costin Dumitrescu, ikki longur er til staðar at stýra álopsspælinum, so er hópurin um nakað sterkari í ár.
Tað er baratað, at strandingar enn ikki hava víst nakað, sum minnir um gullspælið frá í fjør, og sum so eisini spælinum, sum tey nógvu seinastu árini hevur flokkað teir sum mest undirhaldandi hondbóltsliðið í landinum. Eitt heiti, sum serliga komst av kvika hondbóltsspælinum, har stórur dentur varð lagdur á eina offensiva verju og kvik mótálop. Og har allir leikarar á liðnum megna at spæla heilt skjótt, soleiðis at mótstøðuverjurnar eisini kunnu gerast tunnar, hóast talan ikki er kontra.
Rumenskur verjuskansi
Í dystinum móti Kyndli seinasta sunnudag tóktist stóri trupulleikin at vera, at verjuspælið ikki fekst at koyra nóg væl, og at liðið tí nærum eingi mótálop fekk, og leingi var talan eisini um sama fyribrigdi mikukvøldið. KÍF tóktist spæla nóg so tungt við denti á bakkarnar báðar, Petur Martin Poulsen og Damir Oros, men eftir at Petur Martin noyddist av vøllinum eftir hendiligan samanbrest við Artur Johansen,, gjørdist talan í alt ov stóran mun um einstreingjað spæl. Einstrangjað spæl, sum heldur ikki var serliga effektivt, tí stórskjúttin hjá KÍF fekk ikki langar teymar hesaferð. Mihai Marinescu varð undan komuni til Føroya sagdur at vera verjuserfrøðingur, og hetta heitið livdi hann so sanniliga eisini upp til mikukvøldið. Allan dystin var hann sum ein skuggi yvir Oros, og tað man hoyra til tær heilt sjáldsomu hendingarnar, at Oros bert fær tvey mál úr opnum spæli, soleiðis sum støðan var mikukvøldið.
Og góða verjuspælið er eisini júst tað, sum sipað verður til í yvirskriftini omanfyri. Ikki tí at strandingar áður hava havt eina vánaliga verju, tí tað hava teir so als ikki. Men offensivi verjuhátturin, sum fyrr hevur verið nýttur, inniber tó munandi størri risiko í spælinum. Ein risikofaktorur, sum mest sum hvørja ferð hevur borgað fyri úrslitum, har liðini í dystum hjá StÍF hava ligið um tey 30 málini hvør. Og tað var talan so ikki um hesaferð.
Vandamikil unglingi
Umframt dominerandi leiklutin hjá Mihai í verjupartinum, so var serliga ein onnur orsøk til, at StÍF vann dystin hampuliga ómaksleyst. Soleiðis at skilja, at teir alla tíðina høvdu nøkur mál at dúva uppá.
Sveinur Justinussen hevur drigist við fótbóltsskaða í nakrar vikur, og tí var hann ikki við í tapinum móti Kyndli sunnudagin. Sum skilst, so hevði hondbóltsvenjing hansara eisini verið lítil og eingin undan dystinum mikukvøldið, men tað tóktist so á ongan hátt at nerva hann. Tað tóktist til tíðir vera fullkomuliga líkamikið, hvussu hann slapp til skotini, ella hvat pláss hann hevði. Úrslitið var neyvt tað sama hvørja ferð, tá bólturin fór sendandi í meskarnar. Snøgt sagt ein framsýning av, hvussu einfaldur hondbóltur í veruleikanum er, og tað er einki at ivast í, at skal StÍF koppast av trúnuni í vetur, so er Sveinur ein av leikarunum, sum ansast skal sera væl eftir.
Og hartil kemur so tað, at liðið í vetur í nógvar mátar tykist sterkari enn tað, sum vann gullið fyri hálvum ári síðani. Sum sagt er eingin Costin, men tilgongdin úr Rumenina og Tjaldrinum saman við menningini av egnum ungum leikarum hevur í øllum førum breiðkað hópin heilt nógv. Eitt nú stóð Borgar Danielsen sera sterkur í verjupartinum fram til sína triðju útvísing, og móti endanum, tá StÍF loksins fekk nakað av gongd á kontraspælið, sýndi Pauli Hansen eisini sera góð evni. Hetta lagt afturat tí longu so væl kenda bulinum á liðnum borgar í øllum fyri eini høgari góðsku í spælinum, og tó at gullið á ongan hátt kann garanterast, so er einki at ivast í, at StÍF fer at vera har frammi, sum tað er stuttligt at vera.
Ein góð ábending um, hvat liðið kann røkka í ár, fæst helst longu sunnudagin. Tá kemur VÍF á vitjan, og teir dystirnir plaga í øllum førum at vera av tí heilt undirhaldandi slagnum.
Ov fáir herðar
Hjá KÍF verður talan neyvan um sama leiklut frammi í oddinum. Og tað høvdu teir sum so kanska heldur ikki roknað við.
Størsti trupulleikin á liðnum tykist í løtuni vera væntandi breiddin. Bæði í hópinum sum heilt, men so sanniliga eisini í spælinum á vøllinum. Tað tykist onkursvegna, sum um alt ov stór ábyrgd hvílir á stórskjótandi Oros, og tó at liðið eisini telur fleiri aðrar heilt frægar leikarar, so komu hesir ikki fram í hesum dystinum á tann hátt, sum leikligu kvalitetir teirra áttu at bent á. Serliga í fjør var liðið fyri eini stórari menning í so máta, og fleiri ferðir argaðu teir »stóru« liðini á vøllinum. Men tað kundi tó eisini hent seg, at teir eisini í ár fara at gera onkran vørrin. Hesin kom so ikki mikukvøldið, men teir hava so ein nýggjan møguleika komandi sunnudag, tá Kyndil vitjar í Hoyvíkarhøllini.
Dysturin í tølum
StÍF-KÍF 26-22 (12-7)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 9(3), Pauli Hansen 5, Artur Johansen 3, Bent Djurhuus 2, Mihai Marinescu 2, Jón L. Rasmussen 1, Alexandur Johansen 1
KÍF: Petur Martin Poulsen 5, Regin Petersen 4, Damir Oros 4(2), Jónálvur Johannesen 3, Mirko Milinkovic 2, Rógvi Weihe 2, Gert Hansen 1, Kristian Madsen 1
Brotskøst: StÍF 3, KÍF 4
Útvísingar:: StÍF 7, KÍF 7
Diskvalifikatiónir: StÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Dømdu snøgt sagt til reint UG. Løgdu hart út, og hildu linjuni klokkureint allan vegin.