Parkeringsviðurskiftini við farstøðina á flogvøllinum verða nú broytt Til tess at skipa ferðsluna og parkeringina við farstøðina betur verður nú farið undir at umskipa parkeringsøkið við flogvøllin. Viðurskiftini hjá bussum, hýruvognum og privatbilum hava verið heldur tronglig eins og tað ikki hevur verið so greitt hvar bilar kundu setast í longri tíð. Bøtt verður nú um hetta, skrivar Vága Floghavn á heimasíðuni.
Økið frammanfyri farstøðina verður sett av til bussar, hýruvognar, til av- og áskipan frá privatbilum og til parkering styttri enn 30 minuttir.
Restin av parkeringsøkinum verður innigirt við bummum fyri inn- og útkoyringarnar. Har kunnu bilar parkerast í styttri og longri tíð. Ókeypis er at parkera í upp til ein tíma. Síðani verður goldið alt eftir, hvussu leingi bilurin stendur. Gjalding kemur at fara fram við eina gjaldstøð við eystasta durin í farstøðini.
Arbeiðið byrjar mánadagin 22. juni 2009 og verður framt av J&K Petersen Contractors. Tær komandi 5 vikurnar, meðan arbeiðið verður gjørt, verður ferðslan og parkeringin lagað eftir arbeiðsgongdini, stendur millum annað á heimasíðuni hjá flogvøllinum.