Demokratiska Lýðveldið Kongo tapti í HM-aðalroyndini.
Á Estadio Municipal Ciudad de La Linea leikvøllinum í Spania tapti Kongo 1-2 fyri Kili, ið ikki er millum liðini sum hava vunnið seg til HM-endaspælið.
Demokratiska Lýðveldið Kongo-Kili 1-2 (0-0)
0-1 Darío Osorio (51.)
0-2 Matías Sepúlveda (86.)
1-2 Joris Kayembe (88.)
Mikukvøldið 17. juni klokkan 18 spælir Kongo fyrsta dystin í innleiðandi bólki K á NRG leikvøllinum í Houston í Texas. Dysturin verður móti Portugal.
Hini bæði liðini í bólki K eru Kolumbia og Usbekistan.











