Undirsjóvartunlar spøkja aftur í Løgtinginum

- Spurningurin er um tað ikki loysir seg betri fyri felagið at knýta alt suðurøkið í Føroyum upp í meginøki við undirsjóvartunlum í Sandoynna og haðani í Suðuroynna.

Tað er ein spurningur, sum Jenis av Rana, tingmaður nú vil hava Kára P. Højgaard at rokna út.

Hann hevur biðið landsstýrismannin í innlendismálum um eitt umfatandi roknistykki fyri at vita, hvussu samanhangurin er.

Í hesum sambandi vil Jenis av Rana hava at greiði á, hvussu nógv ferjurnar hava kostað í miðal um árið, bæði ferjan um Vestmannasund, ferjan um Leirvíksfjør, ferjan um Skopunarfjørð og ferjan um Suðuroyarfjørð.

Her hugsar hann bæði um lønir, olju, viðlíkahald, trygging, havnagjald, ferjulegur og kostnað av at byggja nýggja ferju umleið 20. hvørt ár.

Somuleiðis vil hann vita, hvussu nógv Vágatunnilin og Norðoyatunnilin kosta at reka um árið, íroknað byggikostnað go, hvussu stórar inntøkurnar av teimum eru.

Og so vil hann eisini hava tøl fyri, hvussu nógv Sandoyartunnilin og Suðuroyartunnilin eru mettur at kosta og at reka go, hvussu stórar inntøkurnar verða.

Jenis av Rana sigur at sjálvandi eru byggikostnaður og framtíðar fíggjarbyrðan frammarlaga í metingunum, tá ið hugsað verður um undirsjóvartunlar.

- Avgerandi spurningurin er, um tað kanska í longdini, og kaska enntá væl og virðiliga, fer at loysa seg, og enntá skjótast, at byggja hesar tunlar, sigur hann.