Undirsjóvartunlarnir eru fólksins ogn

- Sjálvandi skulu vit øll vera við til at rinda fyri undirsjóvartunlarnar.

Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

Hann sigur, at undirsjóvartunlarnir eru fólksins ogn fyri at brúka eitt hugtak, sum er nógv uppi í tíðini.

- Alt Føroya Fólk havur goldið allar tunlar, allar vegir, allar havnir og øll strandferðsluskip.

- Tað er ongin ávísur partur av landinum, sum kann taka sær ognarrættin yvir einum ávísum tunli ella einum ávísum vegastrekki.

- Og um so talan er um alment partafelag ella ikki, broytir tað onki, tí allir føroyingar eigur partaeigarar í felagnum og hava goldið sín part.

Heðin Mortensen er ivaleysur í, at skal tað verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvrtunlar, skal tað heilt avgjørt eisini verða ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.

- Skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar, eiga eisini tey, sum búgva soleiðis fyri, at tey noyðast at sigla eisini sleppa undan at gjalda fyri tað.

Heðin Mortensen heldur hinvegin, at vit eiga at finna eina samhaldsfasta skipan, har øll rinda fyri samferðslukervið.

Hann hugsar eitt nú um at leggja eitt avgjald á brennievni til bilar.

- Eitt avgjald á brennievni til bilar kann fíggja ein stóran part av tí, samferðslukervið kostar at menna og byggja út,

- Og tað merkir samstundis, at tann, sum koyrir mest, rindar eisini mest og tann, sum onki koyrir, rindar heldur onki, sigur borgarstjórin í Havn.