Undirskriva langtíðarsáttmála vegna Torsborg

Skansi Offshore og Equinor undirskriva enn ein langtíðarsáttmála

Skansi Offshore hevur vegna veitingarskipið Torsborg undirskrivað eina langtíðaravtalu við orkufelagið Equinor.

 

Sáttmálaskeiðið byrjar beinanvegin og tryggjar Torsborg arbeiði fram til 31. januar 2026 við møguleika at leingja í trý ár.

 

Torsborg fær battarískipan setta í, og verður sostatt triðja skipið hjá Skansi, sum hevur battarískipan, skirivar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore í tíðindaskrivi.

 

##med2##