Ungarn er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

13 veddingarfyritøkur hava Ungarn sum hampuliga stóran favoritt at vinna á Føroyum í morgin

Í morgin klokkan 12 er sannleikans tími hjá føroyska U20-manslandsliðnum í hondbólti.

 

Føroyar mugu vinna á Ungarn fyri at vinna seg víðari til ovara bólkaspælið í EM-endaspælinum.

 

Hyggja vit eftir oddsunum hjá 13 altjóða veddingarfyritøkum verur talan um eina torføra uppgávu hjá okkara monnum.

 

Oddsini uppá ungarskan sigur liggja millum 1,40 og 1,58. Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 2,85 og 3,56.

 

Her eru oddsini:

 

##med2##