Ungarn er limur bæði í ES og Nato. Bæði Ungarn, Kekkia og Pólland gjørdust limir í verjusamgonguni í 1999, og Ungarn hevur havt limaskap í ES síðan 2004. Myndin er av Viktor Orban.

Ungarn: Vil hava fólkaatkvøðu um revsitiltøk

Forsætisráðharrin í Ungarn hevur verið atfinningarsamur um revsitiltøkini, sum ES hevur sett í verk móti Russlandi, og hann heldur, at hesi skaða meira Evropa enn Russland.

Ungarn er limur bæði í ES og Nato. Bæði Ungarn, Kekkia og Pólland gjørdust limir í verjusamgonguni í 1999, og Ungarn hevur havt limaskap í ES síðan 2004. Myndin er av Viktor Orban.

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, hevur kunngjørt, at ein fólkaatkvøða skal haldast í landinum um revsitiltøkini hjá ES mótvegis Russlandi.

 

- Tiltøkini eru ikki samtykt á demokratiskum grundarlagi, men eru samtykt av ES-byrokratunum í Brüssel, sigur forsætisráðharrin í Ungarn í dag.

 

Hann vísir á, at hóast evropeiskir borgarar rinda prísin fyri revsitiltøkini, eru teir ongantíð spurdir.

 

Viktor Orban hevur í mánaðir verið atfinningarsamur um tiltøkini, sum ES hevur sett í verk móti Russlandi.

 

Forsætisráðharrin heldur nevniliga, at hesi skaða meira Evropa enn Russland. Kortini hevur Ungarn ongantíð atkvøtt ímóti, tá ES hevur samtykt revsitiltøk móti Russlandi.

 

Enn er ikki kunngjørt, nær fólkaatkvøða skal verða í landinum, veit tíðindastovan NTB at siga í dag. Lagt verður aftrat, at ein slík fólkaatkvøða er ikki løgfrøðisliga bindandi fyri stjórnina í Ungarn.

 

Ungarn er annars limur bæði í ES og Nato. Bæði Ungarn, Kekkia og Pólland gjørdust limir í verjusamgonguni Nato í 1999, og Ungarn hevur havt limaskap í ES síðan 2004.

 

 

 

 

 

Ungarn er limur bæði í ES og Nato. Bæði Ungarn, Kekkia og Pólland gjørdust limir í verjusamgonguni í 1999, og Ungarn hevur havt limaskap í ES síðan 2004. Myndin er av Viktor Orban.