Hóast kommunuvalið er farið afturum bak, er framvegis møguleiki at fara á politiskan fund og ráðstevnu. Tað er FUR saman við politisku ungmannafeløgunum, sum skipar fyri ungdómspolitiskari ráðstevnu og almennum fundi úti í Nólsoy. Ráðstevnan er fyri limir í politisku ungmannafeløgunum, men øll hava møguleika at koma á almenna fundin í skúlanum.
Fríggjakvøldið hevur Edvard Joensen, blaðmaður, fyrilestur um politiska ideologi og at halda seg til eina stevnuskrá. Síðani verður orðaskifti millum luttakararnar.
Leygardagin verður kjakast um nøkur breið politisk evni, sum eru frammi í dagsins politiska kjaki. Lagt verður til brots kl. 9, tá evnið verður flóttafólkapolitikkur, og tað verður Ungmannafelagið Samband, sum leggur fyri.
Næsta evnið verður oljuvinnan, og tá leggur Sosialistiskt Ungmannafelag fyri. Triðja evnið verður um privatiseringar, tá Fólkafloksungdómur leggur fyri. Fjórða og seinasta evnið verður Føroyar í alheimssamfelagnum, og leggur Unga Tjóðveldið fyri. Orðaskifti verður um hvørt evni.
Leygarkvøldið verður almennur fundur í Nólsoyar skúla, har evnið verður okkara samfelag 2020. Orðstýrari verður Edvard Joensen, og øll eru vælkomin at luttaka á fundinum. Til ber at fara við Rituni úr Havn kl. 15 leygardagin, og møguleiki verður at gista í skúlanum og fáa bæði náttura og morgunmat fyri 100 krónur.