Bilaframleiðarar um allan heim merkja ein minkandi áhuga hjá teimum ungu fyri at keypa bilar.
Serliga í Japan hevur yngra generatiónin mestsum vent bilum baki, tí skal nakað eyka til fyri at fáa tey ungu at keypa sær bil.
Tey ungu í Japan klára seg væl uttan bil. Pengarnir fara til m.a. at gjalda telefonrokningar. Harafturat er tað dýrt at parkera, og tað er lætt at koma runt í býunum við kollektivu flutningstólunum.
Nissan hevur gjørt tveir nýggjar konseptbilar fyri at tekkjast teimum ungu: IDx Freeflow og IDx Nismo. Bilarnir eru gjørdir í samstarvi við ungar japanarar, sum hava sagt sína hugsan um, hvussu ein bilur skal síggja út. Báðir bilarnir høvdu heimspremieru á Tokyo Motorshow 2016.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/