Ungdómurin í Havn fær nú størri ávirkan á politikkin

Nú skal eitt ungdómsráð skipast í Havnini.

Tað hevur Tórshavnar Býráð einmælt samtykt í kvøld.

Tað hevur leingi verið tosað um, hvussu stóran týdning tað hevur at seta eitt ungdómsráð á stovn í Tórshavnar kommunu og nú verður tað veruleiki.

Ungdómsráðið skal umboðað tey ungu í kommununi.

- Endamálið er at styrkja fólkaræðið í kommununi, við at skipa eitt ráð, har ung, sum ikki hava valrætt til býráðið ella løgtingið, fáa eina rødd í politisku skipanini og verða ein partur av fólkaræðinum, siga býráðslimir.

Í løtuni verður arbeitt við at snikka viðtøkurnar fyri eitt ungdómsráð saman, men ætlanin er, at tað skal stovnast nú í summar.

Tað, sum liggur í kortunum, er, at ungdómsráðið skal vera fyri ung ímillum 15 og 18 ár, altso fyri tey, sum ikki hava valrætt.

Men fleiri býráðslimir seta spurnartekin við aldursmarki. Eitt nú halda summi, at ovara markið á 18 ár er nakað lágt sett, tí eitt ungdómsráð eigur eisini at umboða ung, sum eru eldri enn 18 ár.

Men tað vóru eisini býráðslimir sum løgdu dent á, at verður eitt ungdómsráð skipað, má tað eisini takast í álvara og fáa eina veruliga ávirkan á viðurskifti, sum viðvíkja teimum.

Ung í Føroyum eru ikki heilt ókend við fólkaræðið í verkið, hendan myndin er frá einum ungdómstingi.