Millum fyrstu og aðru viðgerð av fíggjarlógini komu tvey broytingaruppskot fram um at hækka játtanina til rúsevnisviðgerð av ungum misnýtarum.
Ítøkiliga merkti hetta at seta stovninum Frælsið á Eiði, sum Martin Kúrberg hevur latið upp, á fíggjarlógina, umframt at hækka játtanina til Blákrossheimið, so stovnurin eisini verður førur fyri at hjálpa ungum rúsevnismisnýtarum.
Broytingarnar vórðu samtyktar og meðan Martin Kúrberg er farin í gongd við sítt virksemi, so byrjar Blákrossheimið hesa viðgerðina í august 2017. Talan verur um ambulanta viðgerð til ungar misnýtarar millum 15 og 18 ár. Stovnurin fekk 800.000 krónur afturat á fíggjarlógini til endamálið.
Blákrossheimið hevur leingi havt ynski um at kunna geva ungum misnýtarum eitt serstakt tilboð, hóast tey ikki hava verið so mong í talið á heiminum.
- Meirilutin av búfólkunum á Blákrossheiminum er eldri enn 29. Í 2015 vóru einans 4% búfólkunum, ella 5 fólk ítøkiliga, ímillum 20-29 ár. Eingin var undir 19 ár. Í 2014 vóru tað 7 ímillum 20-29. Men hóast hetta hava starvsfólk á Blákrossheiminum, onnur, sum arbeiða við ungum og ikki minst avvarandi sæð ein tørv á einum serstøkum viðgerðartilboði til ung, sigur felagsskapurin.
Av Blákrossheiminum siga tey, at meðan aldursmunurin kann vera ein avbjóðing, so er tað eisini ein sannroynd, at ung í størri mun enn eldri hava eitt blandað misbrúk. Teu nýta eisini í størri mun sterkari rúsevni, so sum hash, amfetamin, heroin, kokain og onnur narkotisk evni, saman við rúsdrekka.
- Hetta ger, at tað aloftast er truplari at fáast við, og tekur longri tíð at viðgera. Okkara starvsfólk hava nomið sær meira fakliga vitan innan hetta økið, og vit hava eisini fleiri royndir við at viðgerða ung, siga tey.
Viðgerðin skal eftir ætlan ganga fyri seg í Havn. Tveir bólkar skulu setast á stovn, sum møtast eina ferð um vikuna. Hvør luttakari fær eisini regluligar samrøður við sálarfrøðing. Fyrstu átta vikurnar eru eitt byrjanarmodul. Síðani koma frý modul á 16 vikur.
- Vit eru sera glað fyri teir pengarnar, sum vit hava fingið,” sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum.
- Viðgerðin fer at byrja eitt sindur seinni í heyst og tað fer upphæddin, sum er minni enn hon, vit upprunaliga søktu um, at vera nóg mikið til. Men skal viðgerðin halda á í 2018 og vera alt árið, sum tørvur er á, so fara vit at hava tørv á fleiri pengum. Vit vóna, at fáa eina tilsvarandi størri játtan í næsta ár, sigur Olga Magnussen.