Ungur føroyingur við í danska Melodi Grand Prixið

Reiley er ein av teimum átta, sum skulu kappast fyri at sleppa víðari til Eurovision

Nógvir føroyingar hava luttikið í danska Melodi Grand Prixnum seinastu árini. Men nú er eftir hondini við at vera nakað síðani, at nakar føroyingur hevur verið við.

 

Hetta verður broytt nú í ár, tá 20 ára gamli havnarmaðurin Rani Petersen, sum kallar seg Reiley, verður við.

 

Vinnarin av Melodi Grand Prix 2023 sleppur at umboða Danmark í risastóru og glæsiligu Eurovision-sangkappingini, har europeisk lond kappast móti hvørjum øðrum.

 

– Eg eri sera spentur um møguleikan at kanska sleppa at umboða Danmark og gera landið stolt í einari so ikoniskari kapping, sigur Reiley við DR.

 

Sangurin kallast "Breaking My Heart", og tú kanst hoyra hann her:

 

##med2##

 

Les meira um allir luttakararnar í danska melodi grand prixnum HER.