Løgreglan leiar eftir tí 18 ára gamla grønlendinginum Lars Raq Larsen. Hann var í Havn við grønlendska trolaranum Polar Prinsess, men tá skipið var farið avstað aftur, uppdagaði manningin, at maðurin ikki var við.
Løgreglan hevur leitað við hundum á keiøkinum, men hildið verður ikki, at maðurin er dottin á sjógv, tí hann er sæddur í býnum um náttina.
Heitt verður á tey, ið møguliga vita okkurt at siga um Lars Raq Larsen, at venda sær til løgregluna í Havn á telefon 311448.