Ungur lækni læt lív í álopi á barnasjúkrahús í Ukraina

Kvinnuligi læknin, sum læt lív, tá russar lupu á barnasjúkrahúsið í Kyiv, er 30 ára gamla, Svitlana Lukjantsjuk.

Svitlana Lukjantsjuk verður jarðað í Holoskiv-kirkjugarðinum í Lviv, nærindis sínum foreldrum.

Ukraina hevur lýst landasorg eftir ógvusliga álopið í gjár, har eitt nú størsta barnasjúkrahús í landinum - Okhmatdyt í høvuðsstaðnum Kyiv - varð rakt av russiskum rakettum.

 

Her lótu tvey fólk lív, og 32 vórðu særd. Aðrastaðni í Ukraina lótu eisini fleiri fólk lív og mong vórðu løstað í herviliga russiska álopinum.

 

Stjórin á barnasjúkrahúsinum, Volodymyr Zjovnir, segði, at ein ungur kvinnuligur lækni varð dripin í álopinum.

 

Borgarstjórin í ukrainska býnum, Lviv, Andrij Sadovyj, váttar á Telegram í dag, at læknin, sum læt lív, er 30 ára gamla, Svitlana Lukjantsjuk.

 

Deyðsfallið verður umrøtt í fleiri útlendskum miðlum, og eitt nú hevur Sky News umrøtt russiska álopið og unga kvinnuliga læknan, sum er millum tey deyðu.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at Svitlana Lukjantsjuk verður jarðað í Holoskiv-kirkjugarðinum í Lviv, nærindis sínum foreldrum.

 

 

 

Svitlana Lukjantsjuk verður jarðað í Holoskiv-kirkjugarðinum í Lviv, nærindis sínum foreldrum.