Ungur maður drap muslimska familju í Kanada

- Vit skilja, at hendingin kann skapa ótta millum fólk og serliga millum muslimar, sigur løgreglan í Kanada.

Fólk leggja blómur á staðnum, har familjan doyði, tá ein bilur koyrdi á tey.

 

 

Sunnudagin varð ein muslimsk familja ákoyrd og dripin av einum ungum bilførara í Kanada. Hendingin fór sambært kanadisku løgregluni fram í landslutinum Ontario. Ein 20 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur. Sambært løgregluni kendi maðurin ikki familjuna, men koyrdi á tey, tí tey vóru muslimar.

 

- Vit halda, at fólkini vórðu ákoyrd orsakað av teirri muslimsku trúgv. Vit skilja, at hendingin kann skapa ótta millum fólk og serliga millum muslimar - og millum øll tey, sum kunnu gerast skjótiskivur fyri hatri, segði løgregluleiðarin, Stephen Williams.

 

Maðurin, sum er handtikin og skuldsettur, var ílatin onkrum, ið líkist einum skottryggum vesti. Hann er nú skuldsettur fyri fýra dráp og eina drápsroynd. Tað er eisini upp á tal, at maðurin møguliga verður skuldsettur fyri at hava framt eina yvirgangsatsókn.

 

Sambært løgregluni hevur hin 20 ára gamli reina revsiváttan, og hann er heldur ikki limur í nøkrum bólki, ei heldur nøkrum hatursbólki. 

 

Tey, sum lótu lív í álopinum, vóru ein 74 ára gomul kvinna, ein 46 ára gamal maður, ein 44 ára gomul kvinna og ein 15 ára gomul genta. Haraftrat er ein níggju ára gamal drongur, sum er innlagdur á sjúkrahús, illa løstaður.

 

Zahid Khan, sum er í familju við tey raktu, sigur við tíðindastovuna AP, at talan var um trý ættarlið í somu familju - eina ommu, pápa, mammu og dóttir. Familjan kom úr Pakistan fyri 14 árum síðan, og tey vóru sambært Zahid Khan limir í einari mosku í býnum.

 

- Tey vóru úti á sama túri, sum tey gingu hvønn dag, sigur hann við gráturødd.

 

##med2##

 

 

 

Fólk leggja blómur á staðnum, har familjan doyði, tá ein bilur koyrdi á tey.