Ungur U21-hópur

Heili 14 av teimum 20 leikarunum í føroyska hópinum hava eisini aldur at vera við í komandi EM-undankapping.

Tað hevur ikki gingið nakað serliga væl hjá føroyska U21-landsliðnum í hesi undankappingini. Undan dystinum ímóti Finnlandi í kvøld er úrtøkan 0 stig og bert eitt mál skorað eftir seks dystir.

 

Ein av orsøkunum til laku stigaúrtøkuna, ið nógv hava peikað á er, at føroyska U21-landsliðið er rættiliga ungt í mun til undanfarin landslið. Og um hugt verður eftir aldursbýtinum á tí føroyska hópinum, ið er úttikin til kvøldsins dyst, so er okkurt um hendan pástandin.

 

Aldursbýtið í hópinum er nevniliga soleiðis, at bert seks av teimum 20 leikarunum, ið eru við hesaferð, fella frá til komandi undankapping orsakað av aldri. Hetta eru teir, sum eru føddir í 1994 og 1995. Báðir hesir árgangir hava trýggjar leikarar í part í hópinum.

 

Síðani eru heili 14 leikarar í hópinum, sum allir hava møguleika at vera við í komandi EM-undankapping. Hetta eru teir, ið eru føddir í 1996, 1997 og 1998. Árgangur 1996 er greitt tann best umboðaði í hópinum - sjey U21-landsliðsleikarar eru føddir í 1996. Síðani eru fýra leikarar úr árgangi 1997, meðan tríggir teir síðstu eru føddir í 1998.

 

Ein av orsøkunum til unga hópin hesaferð er tó eisini, at fleiri av teimum eldru hava givið avboð til kvøldsins dyst. Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson og Magnus Egilsson, sum allir eru føddir í 1994, vóru upprunaliga úttiknir, men hava allir sagt seg frá orsakað av skaða. Í teirra stað eru komnir yngri mans. Teir eru David Langgaard, Jákup Vatnhamar Olsen og Bartal Wardum, ið eru føddir ávíkavist í 1995, 1996 og 1997.

 

Niðanfyri stendur føroyski landsliðshópurin. Aftanfyri navnið stendur árstalið, har leikarin er føddur, og í klombru stendur núverandi aldurin hjá leikaranum. Miðalaldurin á føroyska hópinum, ið er úttikin til dystin ímóti Finnlandi, er 19,65 ár.

 

Málmenn

Elias Rasmussen, Víkingur - 1996 (20 ár)

Karstin Hansen, NSÍ - 1997 (18 ár)

 

Verjuleikarar

Leivur Joensen, ÍF - 1994 (22 ár)

Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur - 1996 (20 ár)

Andrias H. Eriksen, B36 - 1994 (22 ár)

Jákup F. Hansen, HB - 1996 (19 ár)

Benjamin Heinesen, B36 - 1996 (20 ár)

Teitur J. Olsen, TB - 1995 (21 ár)

Bartal Wardum, HB - 1997 (19 ár)

 

Miðvallarar


Jonas Gejel Hansen, Helsingør FC - 1995 (20 ár)

Jóannes Bjartalíð, KÍ - 1996 (19 ár)

Hákun Edmundsson, B68 - 1996 (20 ár)

Gestur B. Dam, B36 - 1994 (21 ár)

Petur Knudsen, NSÍ - 1998 (18 ár)

Teit Jacobsen, HB - 1998 (18 ár)

David Langgaard, KÍ - 1995 (21 ár)

Jákup B. Andreasen, KÍ - 1998 (18 ár)

 

Áleyparar

Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF - 1997 (19 ár) 

Patrik Johannesen, AB - 1995 (20 ár)

Jákup Thomsen, FC Midtjylland - 1997 (18 ár)