2017 gjørdist eitt ár, har talið av álopum á børn náddi skelkandi hæddir. Tað boðar ST-stovnurin UNICEF frá í nýggju ársfrágreiðingini.
Í ársfrágreiðingini verður víst á, at stríðandi partar vísa als ongan ans til altjóða sáttmálar og lóg, ið skulu tryggja tey veikastu í samfelagnum. Tvørturímóti, so verða børn álopin har tey skulu kenna seg trygg, skrivar bretski tíðindastovnurin BBC.
- Børn verða brúkt sum mál og útsett fyri álop og ráan harðskap í teirra heimum, skúlum og spæliplássum, sigur Manuel Fontaine, leiðarin fyri UNICEF, og leggur afturat.
- Sum hesi álop vaksa í vavi á hvørjum ári, so kunna vit ikki vera lamma. Slíkur ráskapur kann ikki gerast vanligur.
Ársfrágreiðingin vísir sambært BBC á seks økir, har korini hjá børnum í 2017 vóru serliga ring.
- Í Miðafrikanska lýðveldinum blivu børn dripin, neyðtikin, burturflutt og útvegaði sum herfólk hjá vápnaðum bólkum.
- Islamski hernaðarligi bólkurin Boko Haram noyddi í minsta lagi 135 børn í Norðurnigeria og Kamerun at blíva sjálvmorðsbumbufólk. Tað er fimm ferðir hægri enn í 2016.
- Muslimsk Rohingya børn í Myanmar blivu útsett fyri skelkandi og umfatandi harðskap, tá tey vórðu koyrd frá teirra heimum í Rakhine landspartinum.
- Í Suðursudan vórðu meira enn 19.000 børn útvegað til herfólk hjá vápnaðum herliðum og bólkum.
- Sambært almennum tølum eru í minsta lagi 5.000 børn deyð ella løstað í stríðnum í Jemen. Mett verður at veruliga talið er nógv hægri.
- Í Eysturukraina liva 220.000 børn í vanda fyri at traðka á landminur og øðrum spreingievnum frá krígnum.