United-málverji ikki við til HM

Hann skuldi verja málið hjá Argentina, men er nú blivin skaddur.

Vanliga er hann eykamálverji hjá David de Gea í Manchester United, men Sergio Romero hevði útlit til spælitíð í HM-endaspælinum í Russlandi í summar, har hann var úttikin hjá Argentina. Nú sleppur hann tó ikki at spæla hóast alt.


Orsøkin er tann, at Sergio Romero hevur fingið ein knæskaða. Hetta hendi undir venjing týsdagin í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires, har argentinski landsliðshópurin í hesum døgum fyrireikar seg til HM-endaspælið.


Hetta er ein missur fyri Argentina, tí 31 ára gamli Sergio Romero er ein ógvuliga royndur málverji (94 landsdystir) og var spáddur at vera fyrstaval ímillum stengurnar eins og hann var tað í HM bæði í 2010 og 2014.


Í staðin fyri Sergio Romero er Nahuel Guzmán úr meksikanska Tigres nú úttikin. Hann myndar málmanstoymið saman við Willi Caballero (Chelsea) og Franco Armani (River Plate).


Argentina er í HM-bólki saman við Íslandi, Kroatia og Nigeria. Teir spæla fyrsta dystin 16. juni ímóti Íslandi.