Upp úr sofuni - nú byrja vit aftur

Fimleikafelagið Ljósið:

Nú fara vit undir vetrarskránna hjá Fimleikafelagnum Ljósinum, og skráin bjóðar heilt víst okkurt til øll, ið hava hug til at røra seg í vetur. Við tað at fimleikur er ikki bara fimleikur longur, royna vit aftur í vetur ymsar stuttligar mátar at fáa pulsin upp.


Í hesum sambandi royna vit fegin nýggjar leiðir, og í ár hava vit valt at gera pláss fyri nýggjum bæði til vaksin og børn – eitt nú verður Zumba á skránni, bæði til børn og vaksin, við einum venjara, ið hevur hollar royndir innan zumba, salsa- og latíndans. Eisini verður Power Fit til teirra, ið hava ligið á latu síðuni heldur leingi í summar og treingja til at sleppa at sveitta og taka fatur í bleytu vøddarnar og fáa teir strammaðar upp aftur.


Sum sæst, so hava vit fleiri tilboð til vaksnar kvinnur í ár, ið ikki hava verið áður, fyri at avsanna hugsanina um, at fimleikur bert er fyri børn.


Umframt nýggju tilboðni eru sjálvandi eisini vælumtóktu rytmisku- og amboðsliðini hjá børnum frá 4 ár og uppeftir, Foreldur og børn, motión og fitball á skránni í vetur.


Í mun til undanfarin ár, eru nakrar broytingar hendar – harav tann størsta helst er, at fimleikahøllin FIMI í Gundadali verður karmur um ein stóran part av virkseminum hjá Fimleikafelagnum Ljósinum. Karmarnir í høllini eru framúr góðir, bæði til amboðs-, rútmiskan-, estetiskan og motiónsfimleik, og hesum ger felagið sær dælt av, við at leggja stóran part av virkseminum í vetur í FIMI.


Tey lið, ið ikki eru í FIMI, fara at halda til í nýggju hallunum í skúlanum við Løgmannabreyt, ið eisini hava bestu karmar at geva liðunum og íðkarunum.


Nevnd, leiðarar og hjálparar eru til dystin fús og gleða okkum at koma í gongd við at røra okkum.

Fimleikaárið hjá Fimleikafelagnum Ljósinum byrjar leygardagin 28. august í FIMI, har tilmelding verður frá klokkan 10-12.


Við fimleikakvøðu

Fimleikafelagið Ljósið