Uppakt: Skotar fyri fyrstu ferð í 25 ár

EM 2020: Skotland hevur ikki spælt ein EM-endaspælsdyst í 25 ár, men í dag verður tað

Tað ljóðar eitt sindur løgið, at ein fótbóltstjóð sum Skotland ikki hevur verið til eitt EM-endaspæl í 25 ár. Seinast var í 1996, tá EM var í Onglandi. Nú er Skotland aftur til eitt endaspæl, men tað var ikki uttan stríð.

 

Skotland bleiv nummar trý í bólkinum og skuldi síðani spæla móti fyrst Ísrael, og síðani Serbia, fyri at koma til endaspælið. Skotland vann báðar dystirnar eftir brotssparkskapping. Tí hevur vegurin til EM-endaspælið verið langur, men samstundis er liðið spælt væl saman.

 

Føroyar spældi móti Skotlandi á seinasta degnum í mars mánaði. Skotland vann sannførandi 4-0. Tá sóu vit eina av styrkinum hjá Skotlandi. Teir hava eina sterka vinstru síðu við Andy Robertson úr Liverpool og Kieran Tierney úr Arsenal. Skotland telur eisini ungar spælarar sum Scott McTominay úr Manchester United og Billy Gilmour úr Chelsea.

 

Samanlagt hevur Skotland eitt rímiliga gott landslið, men avbjóðingin er at skjóta mál. Her liggur nógv á Che Adams úr Southampton. Hann skoraði millum annað móti Føroyum. Taktiska greiningin av Skotlandi sigur, at teir eru best, tá teir vinna bóltin frá mótstøðuliðnum á teirra hálvu og fara í mótálop.

 

Skotland er í bólki saman við Onglandi, Kroatia og Kekkia. Ongland vann í gjár 1-0 á Kroatia. Hetta er als ikki nakar lættur bólkur og tað er ein vandi fyri, at skotar ikki fáa sítt dreyma endaspæl. Fyrimunurin liggur í at Skotland spælir tveir av dystunum í bólkaspælinum á heimavølli á Hampden Park.

 

Bólkur D:

 

Skotland – Kekkia (14.00)

 

Dómari: Daniel Siebert, Týskland

 

Leikvøllur: Hampden Park, Glasgow

 

Skotland (3-5-2): Gordon - Cooper, Hendry, Thierny - Forrest, Turnbull, McGregor, McTominay, Robertson - Christie, Adams

 

Hópurin hjá Skotlandi:

 

Málverjar:

 

Craig Gordon, Heart of Midlothian

 

David Marshall, Derby

 

Jon McLaughlin, Rangers

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Liam Cooper, Leeds

 

Declan Gallagher, Motherwell

 

Grant Hanley, Norwich

 

Jack Hendry, Oostende

 

Scott McKenna, Aberdeen

 

Stephen O’Donnell, Motherwell

 

Nathan Patterson, Rangers

 

Andy Robertson, Liverpool

 

Kieran Tierney, Arsenal

 

Greg Taylor, Celtic

 

 

 

Miðvallarar:

 

Stuart Armstrong, Southampton

 

Ryan Christie, Celtic

 

Billy Gilmour, Chelsea

 

John McGinn, Aston Villa

 

Callum McGregor, Celtic

 

Scott McTominay, Manchester United

 

David Turnbull, Celtic

 

 

 

Áleyparar:

 

Ché Adams, Southampton

 

Lyndon Dykes, Queens Park Rangers

 

James Forrest, Celtic

 

Ryan Fraser, Newcastle

 

Kevin Nisbet, Hibernian