Fyrst kom Pløyen til Lerwick, har tað var munandi arbeiði av fiskivinnu og sjóvinnu.
Her var saltfiskavirking av toski og longu, og Pløyen tók beinanvegin stig til, at føroyingarnir fóru at læra seg hesa framleiðsluna.
Síðani fór Pløyen at ferðast kring um í Hetlandi. Hann kom fyrst til Scalloway. Hagani fór hann til oynna Burra við báti, sum líktist teimum føroysku, men hetlendingar brúktu meira segl enn føroyingar. Tann umrøddu Andrew Laurenson var av Burra. Hann var føddur eini fimm ár eftir at Pløyen var á oynni.
Á oynni Burra sá hann stórar stakkar av klippfiski, og ein hóp av fólki - bæði konufólk og mannfólk - sum arbeiddi fisk, eins og vit nógv ár seinni gjørdu í Føroyum. Tá var einasta fiskaframleiðsla í Føroyum nakað av stokkfiski. Eisini á Burra vóru teir fúsir at læra frá sær, hvussu salt- og klippfiskur varð virkaður.
Fiskurin, sum kom upp á land á Burra, varð partvíst veiddur við opnum bátum og partvíst við sluppum. Sluppirnar vórðu serliga nýttar um veturin og várið, og ein stórur partur av veiðuni varð fluttur livandi til London í dammum.
Reiðarin keypti fiskin fyri avtalaðan prís. Skipini fiskaðu vanliga við snøri eins og føroyingar, men teir veiddu meira enn føroyingar, tí teir mistu ikki tolið, sjálvt um fiskurin ikki tók beinanvegin, og hetta loysti seg oftast.
Dømi er nevnt um eina slupp, sum fiskaði undir Føroyum í ein útsynning úr Suðuroynni. Henda sluppin fekk fyrsta túrin 9.000 og seinna túrin 5.000 toskar, og manningin var bert átta. Føroyingar fingu lítið og einki burtur úr á somu leiðum.
Línan í Hetlandi
Týdningarmesta veiðan var tó línuveiða við seksmannaførum, sum byrjaði mitt í mai mánaði og endaði 12. august.
Línuveiðan var so kostnaðarmikil, at teir fátæku fiskimenninir ikki høvdu ráð at fíggja reiðskap og bát, og tí vóru tað harramenninir, sum fíggjaðu. Harvið blivu fiskimenninir heftir, millum annað við at skulla selja allan fiskin til harramannin fyri ein prís, sum hann ásetti sjálvur.
Hvør lína var 42 favnar og hevði 10 húkar. Hvør bátur kundi hava 120 línur, sum vóru knýttar saman, tá ið sett var. Tilsamans vóru 1200 húkar á línuni, sum strekti 5.000 favnar.
Hetlendingar nýttu seið ella hýsu sum agn, og teir lótu agnið fjala húkin. Hetta gjørdi, at fiskurin slúkti húkin saman við agninum. Føroyingar lótu agnið hanga niður frá buganum á húkinum. Tá kundi fiskurin lættliga fara við agninum uttan at taka húkin. Hetlendsku húkarnir vóru bert ein fjórðing til støddar av húkunum hjá føroyingum, men fyri tað fingu teir ikki minni burtur úr - heldur var tað hin vegin.
Ein útróðrartúrur vardi í 24 tímar. Teir fóru út á morgni, og fóru so langt út, at teir sóu ikki land. Uttan kumpass og uttan at duga navigatión funnu teir leiðirnar, har línan verður sett á 100 favna dýpi. Línan hevði søkk og flot, og eftir nakrar tímar varð línan drigin aftur, og teir róðu aftur til lands.
Var nógv at fáa varð fiskurin sum oftast avhøvdaður, so meiri fiskur kundi rúmast í bátinum. Tað var ótrúligt, hvussu stórar mongdir av fiski, hesir fiskimenn kunnu føra til lands. Hetta kundu okkara fiskimenn eisini gjørt, um teir brúktu línu, og um húkarnir ikki vóru so stórir, at bert teir størstu toskarnir kláraðu at gapa um teir. Føroyingar høvdu eisini tann fyrimunin, at tey hægru fjøllini í Føroyum gjørdi tað lættari at staðfesta miðini.
Útróðrarstøðir
Fyri at stytta um teinin at rógva, høvdu hetlendingar gjørt eina skipan, sum Pløyen heldur eisini átti at verið í Føroyum. So nær sum gjørligt við fiskimiðini settu teir á stovn útróðrarstøðir, "haaf stations". Her høvdu teir skúrar við koyggjum. Teir kundu gera sær mat og hvíla, táið møguleiki var fyri tí. Tann týdningarmesta útróðrarstøðin var á Feideland norðast á Mainland, meginoynni í Hetlandi. Her støðaðust fiskimenninir í vertíðini, sum var frá mai til 12. august. Her lá væl fyri at draga bátarnar upp á land, og hiðani var høgligt at rógva norður eftir og vestur eftir. Her varð fiskurin eisini virkaður, og her fekst øll møgulig útgerð. 60 bátar kundu halda til. Við hvørjum báti vóru seks menn. Umframt vóru øll hini, sum vóru knýtt at útróðrinum.
Tilsamans vóru upp til 3.000 fiskimenn, sum róðu út frá slíkum "haaf stations", sum tó minkaðu í týdningi, tá hetlendingar fóru at nýta sluppir heldur enn seksmannafør.
Pløyen heldur, at Oyndarfjørður og Hvannasund høvdu verið góð pláss í Føroyum at havt útróðrarstøður. Men, sum hann tekur til: “Hetta letur seg neyvan gera, so leingi einahandilin er so einaveldigur, sum hann er.” Eisini krevst kunnleiki til, hvussu ein slík skipan skal setast í verk. Kanska kundu vit latið hetlendingar sjálvar sett seg niður her og harvið víst okkum, hvussu hetta skal gerast? Hilmar Kass hevur greitt frá, at hetlendingar høvdu slíkar støðir á Strondum seinnapartin í 19. øld. Tá flutti enntá tvær kvinnur við aftur til Hetlands.
Høvdu vrakarastovn
Tey týdningarmestu fiskasløgini vóru longa, toskur og brosma, sum vórðu virkað til saltfisk. Men hetta krevur eisini serkunnleika, og í Hetlandi høvdu teir eisini ein vrakarastovn at tryggja dygdina á framleiðsluni.
Pløyen umrøður eisini upsaveiðu í Hetlandi, sum gav nógv av sær. Serliga var nógvur upsi sunnanfyri Sumburgh Head, sunnast á Mainland. Orsøkin var tann nógvi streymurin, sum er har. Sum vit eisini kenna tað, stóð upsin ella seiðurin antin á djúpum vatni ella í vatnskorpuni, og reiðskapurin valdaðist, hvussu upsin stóð. Sum tað skilstist varð dorg brúkt, tá upsin stóð ovarlaga.
Upsin gevur ikki eins góðan klippfisk og toskur. Men tá veiðan var bílig og nógv kundi fáast, so loysti tað seg kortini.
Pløyen helt seg vita, at upsi var fiskaður í Føroyum á hendan hátt fyrr í tíðini, og hann skilti ikki, hví henda veiðan var gloymd. Sjálvt um upsin ikki kundi avreiðast, kundu hann fiskast til egna nýtslu, og føroyingar plagdu ikki at vera so kræsnir í mati! Hann ivaðist ikki í, at upsi mundi vera at fáa á Munkagrunninum, men bert royndir kundu staðfesta hetta.
Komandi partur
Emil Madsen Hoff var landslækni í Føroyum. Tveir smáir synir hansara er grivnir í gamla kirkjugarði. Frásøgnin er tískil um pápan, og er hon eitt íkast til donsku embætismannasøguna í Føroyum