Uppskotið um stórhøll sera góða móttøku á tingi

Í dag viðgjørdi Løgtingið uppskotið frá Tjóðveldi um, at landið skal ganga undan at kalla kommunur, sersambond og privatar stuðlar saman til tess at fáa bygt eina Stórhøll í Føroyum.

 

Eina høll, ið lýkur øll krøv til landsdystir og altjóða ítróttakappingar í fleiri av okkara fremstu innandura ítróttakappingum: Hondbólti, flogbólti, fimleiki, badminton, frælsari ítrótt, styrkiítrótt, bogaskjóting v.m. Og ein høll, ið samstundis kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum, ráðstevnum, stevnum o.a.

 

Fólk úr øllum flokkum vístu á tey einastandandi úrslit, sum tað sjálvbodna arbeiðið í feløgum og tey stóru mál, sum sersambond hava sett sær við landsliðsarbeiði, longu hava kastað av sær. Og fleiri vístu á týdningin av, at tann altjóða luttøkan og at kunna hýsa altjóða kappingum í Føroyum, eisini kastar av sær til tann breiða ítróttin, fólkaheilsuna, trivnaðin og samanhaldið í landinum.

 

Somuleiðis varð víst á, at um so góðir karmar verða skaptir, kann tað eisini draga ítróttafólk úti úr heimi til Føroya á venjingarlegur og til tiltøk, og harvið geva inntøkur og menning á tann hátt.

 

Fleiri framsøgufólk tóku undir við eini loysn, har landið kundi rindað ein triðing, kommunurnar ein triðing og aðrir stuðlar ein triðing av eini stórhøll.

 

Málið er nú beint i Mentanarnevndina hjá Løgtinginum, har sersambond, kommunur, landsstýrið, onnur áhugað og tey, ið hava arbeitt við ætlanum um stórhøll fara at verða kallað inn til hoyringar um, hvussu málið kann loysast.