Upptakt: Gull-ættarliðið hjá Belgia eldist

EM 2020: Belgia er nummar eitt á heimsstyrkilistanum, men tíðin rennur undan teimum

Í fleiri ár hevur Belgia verður roknað sum eitt av heimsins bestu fótbóltstjóðum. Liðið hevur nógvar navnframar spælarar og liðið er summar eitt á heimsstyrkilistanum, men enn hevur Belgia einki gull at vísa á.

 

Í dag eru spælarar sum Kevin De Bruyne, Eden Hazard, Thibaut Courtois og Romelu Lukaku ikki ungir spælarar við framtíðini frammanfyri sær, men heldur spælarar, ið toppa. Fleiri lyklaspælarar eru eisini farnir um tey 30. Toby Alderweireld er 32 ár, Jan Vertonghen er 34 ár, Axel Witsel er 32 og Dries Mertens er 34 ára gamal.

 

Tí verður EM 2020 og HM 2022 mett sum seinasti møguleiki hjá gylta ættarliðnum, at vinna nakað av týdningi. Tað hevur ikki gingið illa, men tað hevur heldur ikki gingið upp í eina hægri eind.

 

Stóra ivamálið er Kevin De Bruyne, sum fekk ein álvarsligan skaða í andlitið í Champions League finaluni. Tað eru ymiskar meiningar, um hann verður tøkur til fyrsta dystin, sum verður í kvøld. Vist er at Axel Witsel ikki verður tøkur.

 

Tað eru framvegis stórar vónir til Belgia, men tey tykjast fá, sum vænta at teir vinna EM. Kanska kann tað júst verða styrkin hjá navnframu spælarunum úr Belgia. Tað er ongin ivi um, at Belgia eigur at vinna seg úr bólkaspælinum. Spurningurin er meiri um tað røkkur til eina hálvfinalu ella enntá eina finalu.

 

Bólkur B:

 

Belgia – Russland (20.00)

 

Dómari: Antonio Mateu Lahoz (Spania)

 

Leikvøllur: Krestovsky, Santa Pætursborg (Russland)

 

Møgulig uppstilling Belgia (3-4-3): Courtois - Vertonghen, Alderweireld, Denayer - Meunier, Tielemans, Dendoncker, Chadli - Mertens, Lukaku, Carrasco

 

Hópurin hjá Belgia:

 

Málmenn:

 

Thibaut Courtois (Real Madrid)

 

Simon Mignolet (Club Brügge)

 

Mats Selz (Strasbourg).

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Toby Alderweireld (Tottenham)

 

Dedryck Boyata (Hertha Berlin)

 

Jason Denayer (Lyon)

 

Thomas Vermaelen (Vissel Kobe)

 

Jan Vertonghen (Benfica)

 

 

 

Miðvallarar:

 

Timothy Castagne (Leicester)

 

Nacer Chadli (İstanbul Başakşehir)

 

Yannick Carrasco (Atlético Madrid)

 

Kevin De Bruyne (Manchester City)

 

Leander Dendoncker (Wolverhampton)

 

Thorgan Hazard (Dortmund)

 

Thomas Meunier (Dortmund)

 

Dennis Praet (Leicester)

 

Youri Tielemans (Leicester)

 

Hans Vanaken (Club Brügge)

 

Axel Witsel (Dortmund)

 

 

 

Áleyparar:

 

Michy Batshuayi (Crystal Palace)

 

Christian Benteke (Crystal Palace)

 

Jérémy Doku (Rennes)

 

Eden Hazard (Real Madrid)

 

Romelu Lukaku (Inter)

 

Dries Mertens (Napoli)

 

Leandro Trossard (Brighton)

 

 

 

Eykaspælarar:

 

Thomas Kaminski (Blackburn)

 

Brandon Mechele (Club Brugge)

 

Zinho Vanheusden (Standard Liège)

 

Jordan Lukaku (Antwerp)

 

Thomas Foket (Reims)

 

Albert Sambi Lokonga (Anderlecht)

 

Adnan Januzaj (Real Sociedad)

 

Bryan Heynen (Genk)

 

Alexis Saelemaekers (AC Milan)

 

Yari Verschaeren (Anderlecht)

 

Charles De Ketelaere (Club Brugge)