Upptakt: Italia er til at kenna aftur

EM 2020: Italia megnaði ikki at vinna seg til HM-endaspælið í 2018. Nú eru italiumenn aftur har, sum vit kenna teir

Í kvøld verður setanardysturin til EM 2020-endaspælið, sum verður avgreitt í 11 býum kring Evropa komandi mánaðin. Eitt land, sum altíð er við til endaspølini er Italia, men tað kom óvart á, at teir ikki megnaðu at vinna seg til HM-endaspælið í Russlandi í 2018.

 

Venjari er Roberto Mancini, sum tók við í mars 2018, eftir at Italia floppaði í undankappingini til HM í 2018. Italia hevur ikki tapt ein landsdyst síðani septembur 2018, tá Italia tapti fyri Portugal. Italia vann seg lættliga gjøgnum undanbólkin, sum eisini taldi Finnland, Bosnia-Herzogovina, Grikkaland og Armenia.

 

Tað verður sagt um italska liðið, at teir spæla sum eitt lið og arbeiða hart í verjustøðu. Stóra avbjóðingin er málskotingin. Stóra stjørnan er Ciro Immobile úr Lazio. Hann – ella onkur annar annar áleypari – má gera ein Salvatore “Toto” Schillaci og spæla sínar lívsdystir til endaspælið, um Italia skal standa eftir við steypinum.

 

Italia hevur eisini heimavøll til setanardystin, sum verður spældur á olympiska leikvøllinum í Rom. Marco Verratti og Alessandro Florenzi eru ivasamir til dystin, meðan Lorenzo Pellegrini helst má sita yvir. Italia hevur innkallað Gaetano Castrovilli úr Fiorentina fyri miðvallaran hjá AS Roma, sum tó verður verandi í hópinum.

 

Tað verður mett, at Italia skal koma víðari úr bólkaspælinum – og helst eitt sindur longri. Bólkurin telur Turkaland, Sveis og Wales. Fýra av teimum átta londunum, sum enda á triðja plássi sleppa eisini víðari til 1/8 finalurnar.

 

Turkaland – Italia (Klokkan 20)

 

Leikvøllur: Stadio Olimpico, Rom

 

Italia (4-3-3): Donnarumma – Florenzi, Bonucci, Chiellini, Spinazzola – Locatelli, Jorginho, Barella– Berardi, Immobile, Ingsigne

 

Hópurin hjá Italia:

 

Málverjar:

 

Gianluigi Donnarumma, Milan

 

Alex Meret, Napoli

 

Salvatore Sirigu, Torino

 

Verjuspælarar:

 

Francesco Acerbi, Lazio

 

Alessandro Bastoni, Inter

 

Leonardo Bonucci, Juventus

 

Giorgio Chiellini, Juventus

 

Giovanni Di Lorenzo, Napoli

 

Alessandro Florenzi, Paris

 

Leonardo Spinazzola, Roma

 

Rafael Toloi, Atalanta

 

Emerson, Chelsea

 

Miðvallarar:

 

Nicolò Barella, Inter

 

Federico Bernardeschi, Juventus

 

Federico Chiesa, Juventus

 

Bryan Cristante, Roma

 

Jorginho, Chelsea

 

Manuel Locatelli, Sassuolo

 

Lorenzo Pellegrini, Roma

 

Stefano Sensi, Inter

 

Marco Verratti, Paris

 

Gaetano Castrovilli, Fiorentina

 

Álop:

 

Andrea Belotti, Torino

 

Domenico Berardi, Sassuolo

 

Ciro Immobile, Lazio

 

Lorenzo Insigne, Napoli

 

Giacomo Raspadori, Sassuolo