Upptakt: Nú skal Danmark endurtaka nakað av 92

EM 2020: Tað er langtsíðani, at danska landsliðið hevur sæð so gott út

Danmark stendur fyri størstu sensatiónini av einum EM-vinnarar, tá danskarar púra óvæntað vunnu EM í 1992. Tað er ov nógv at vænta, at teir endurtaka bragdið, men dygdirnar á liðnum eru til eitt stuttligt summar.

 

Danmark vinnur í stórum stíli í HM-2022 undankappingarbólkinum. Teir hava vunnið 8-0 Moldova, og vunnið greiðar sigrar á Eysturríki og Ísrael. Størsti spurningurin hjá Danmark er hvør skal byrja inni á liðnum hjá Kasper Hjulmand.

 

Simon Kjær (AC Milan)  hevur havt kanska sítt besta kappingarár higartil, og líkist einum leiðara. Christian Eriksen, sum var útihýstur úr Inter Milan eitt tíðarskeið, var við til at tryggja meistaraheitið í Seria A, og Andreas Christensen úr Chelsea er Champions League vinnari.

 

Tað er nógvir góðar spælarar á at kalla øllum plássum. Einasta ivamálið í løtuni er Robert Skov, sum beklaði í venjingarlandsdystinum móti Bosnia Herzigovina í upptaktini til EM-endaspælið. Tað verður roknað við, at Danmark kemur víðari úr bólkaspælinum – og eitt sindur afturat. Spælir væl av, so kann tað eina løtu fara at lukta av 1992.

 

Bólkur B:

 

Danmark-Finnland (17.00)

 

Dómari: Anthony Taylor (ENG)

 

Leikvøllur: Parkin í Keypmannahavn, Danmark

 

Væntað uppstilling Danmark (4-3-3): Schmeichel - Wass, Kjær, Christensen, Mæhle - Delaney, Højbjerg, Eriksen - Poulsen, Wind, Braithwaite

 

Hópurin hjá Danmark:

 

Málmenn:

 

Kasper Schmeichel, Leicester

 

Jonas Lössl, FC Midtjylland

 

Frederik Rønnow, Schalke 04

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Jens Stryger, Udinese

 

Simon Kjær, AC Milan,

 

Andreas Christensen, Chelsea

 

Joachim Andersen, Fulham

 

Daniel Wass, Valencia

 

Mathias Jørgensen, FCK

 

Joakim Mæhle, Atalanta

 

Jannik Vestergaard, Southampton

 

Nicolai Boilesen, FCK

 

 

 

Miðvallarar:

 

Mathias Jensen, Brentford

 

Christian Nørgaard, Brentford

 

Pierre-Emile Højbjerg, Tottenham

 

Thomas Delaney, Dortmund

 

Anders Christiansen, Malmö FF

 

Christian Eriksen, Inter Milan

 

Mikkel Damsgaard, Sampdoria

 

Robert Skov, Hoffenheim

 

 

 

Álop:

 

Martin Braithwaite, Barcelona

 

Andreas Cornelius, Parma

 

Andreas Skov Olsen, Bologna

 

Yussuf Poulsen, RB Leipzig

 

Kasper Dolberg, Nice

 

Jonas Wind, FCK