Upptakt: Ókenda bjørnin úr Russlandi

EM 2020: Maðurin, sum skallaði Rógva S. Holm í 2009, er álitið hjá Russlandi í 2021

Tað eru 12 ár síðani, at føroyska U21-landsliðið tók øll á bóli og vann 1-0 á Russlandi á Ovara vølli í Gundadali. Móti endanum av dystinum blivu ein av russisku spælarunum so óður, at hann stútaði Rógva S. Holm í andlitið.

 

Tað var áleyparin Artem Dzyuba. 12 ár, 52 landsdystir og 29 mál seinni, er hann álitið hjá Russlandi til EM 2020 endaspælið. Av øðrum, so hava spælarar sum Vyacheslav Karavaev (Zenit), Aleksandr Golovin (Monaco) og Rifat Zhemaletdinov (Lokomotiv Moskva) spælt móti føroyska U21-landsliðnum í EM 2017 undankappingini.

 

Tað eru fáir spælarar hjá Russlandi, sum gera um seg í Evropa. Aleksei Miranchuk spælir í Atalanta, Denis Cheryshev í Valencia og Aleksandr Golovin í Monaco. Tí er eitt sindur torført at meta um styrkina hjá Russlandi.

 

Tað verður millum annað sagt, at russiska bjørnin er ein ókend bjørn til hetta endaspælið. Eitt eru spælararnir, men eitt annað er liðið. Seinastu tríggjar landsdystirnar hevur liðið spælt fimm ymiskar spælskipanir.

 

Av tí sama verður eisini mett, at russiska liðið er væl fyri taktiskt, men tað verður tað eisini brúk fyri, um Russland skal koma víðari úr hesum bólkinum.

 

Bólkur B:

 

Belgia – Russland (20.00)

 

Dómari: Antonio Mateu Lahoz (Spania)

 

Leikvøllur: Krestovsky, Santa Pætursborg (Russland)

 

Russland (3-4-3): Shunin - Barinov, Dzhikiya, Semenov - Fernandes, Ozdoev, Zobnin, Zhirkov - Miranchuk, Dzyuba, Golovin

 

Hópurin hjá Belgia:

 

Málverjar:

 

Yuri Dyupin, Rubin

 

Matvei Safonov, Krasnodar

 

Anton Shunin, Dinamo Moskva

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Georgi Dzhikiya, Spartak Moskva

 

Igor Diveev, CSKA Moskva

 

Yuri Zhirkov, Zenit

 

Vyacheslav Karavaev, Zenit

 

Fedor Kudryashov, Antalyaspor

 

Andrei Semenov, Akhmat

 

Mario Fernandes, CSKA Moskva

 

 

 

Miðvallarar:

 

Dmitri Barinov, Lokomotiv Moskva

 

Rifat Zhemaletdinov, Lokomotiv Moskva

 

Maksim Mukhin, Lokomotiv Moskva

 

Aleksandr Golovin, Monaco

 

Daniil Fomin, Dinamo Moskva

 

Roman Zobnin, Spartak Moskva

 

Alexei Ionov, Krasnodar

 

Daler Kuzyayev, Zenit

 

Andrei Mostovoy, Zenit

 

Magomed Ozdoev, Zenit

 

Denis Makarov, Rubin

 

Aleksei Miranchuk, Atalanta

 

Denis Cheryshev, Valencia

 

 

 

Áleyparar:

 

Artem Dzyuba, Zenit

 

Anton Zabolotny, Sochi

 

Aleksandr Sobolev, Spartak Moskva