Upptakt: Størsta stjørnan hjá Ukreina er venjarin

EM 2020: Ukreina hevur sett sær fyri at koma víðari úr bólkaspælinum

Ukreina hevur helst eitt betri landslið, enn tey flestu geva sær far um. Ukreina hevur vunnið seg til tvey tey seinastu EM-endaspølini, umframt at Ukreina var annar av vertunum í 2012.

 

Liðið vann seg til EM-endaspælið frammanfyri bæði Portugal og Serbia. Hóast flestu spælararnir spæla í heimligu stórfeløgunum, Dynamo Kiev og Shakhtar Donetsk, so hevur liðið staðið seg væl á altjóða pallinum.

 

Størsta stjørnan er venjarin Andriy Shevchenko. Talan er um eitt væl samanspælt lið, sum tó telur nakrar profilar. Eitt nú Oleksandr Zinchenko úr Manchester City, Andriy Yarmolenko úr West Ham og Ruslan Malinovskyi úr Atalanta.

 

Tíverri fyri Ukreina, so hevur gongdin ikki verið góð seinastu dystirnar. Liðið hevur spælt tríggjar javnleikir í EM-undankappingini, og avbjóðingin er málskjótingin. Spell at venjarin ikki hevur gaggurnar við.

 

Bólkur C:

 

Holland – Ukreina (20.00)

 

Dómari: Felix Brych, Týskland

 

Leikvøllur: Johan Cruijff ArenA, Amsterdam í Hollandi

 

Ukeina (4-3-3): Bushchan - Karavayev, Kryvtsov, Matviyenko, Mykolenko - Zinchenko, Stepanenko, Malinovskyi - Yarmolenko, Yaremchuk, Zubkovc

 

Hópurin hjá Ukreina:

 

Málverjar:

 

Georgiy Bushchan, Dynamo Kyiv

 

Andriy Pyatov, Shakhtar Donetsk

 

Anatolii Trubin, Shakhtar Donetsk

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Eduard Sobol, Club Brugge

 

Illia Zabarnyi, Dynamo Kyiv

 

Serhiy Kryvtsov, Shakhtar Donetsk

 

Denys Popov, Dynamo Kyiv

 

Oleksandr Tymchyk, Dynamo Kyiv

 

Mykola Matviyenko, Shakhtar Donetsk

 

 

 

Miðvallarar:

 

Serhiy Sydorchuk, Dynamo Kyiv

 

Ruslan Malinovskyi, Atalanta

 

Mykola Shaparenko, Dynamo Kyiv

 

Marlos, Shakhtar Donetsk

 

Yevhen Makarenko, Kortrijk

 

Oleksandr Zinchenko , Manchester City

 

Viktor Tsygankov, Dynamo Kyiv

 

Taras Stepanenko, Shakhtar Donetsk

 

Andriy Yarmolenko, West Ham

 

Oleksandr Zubkov, Ferencváros

 

Heorhii Sudakov , Shakhtar Donetsk

 

Roman Bezus (Gent)

 

 

 

Áleyparar:

 

Roman Yaremchuk, Gent

 

Artem Besedin, Dynamo Kyiv

 

Artem Dovbyk, Dnipro-1