Upsafiskiskapurin er vánaligur

Nú veðrið hevur verið so vánaligt, er bert ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, men væntandi fara aðrir út aftur, tá veðrið batnar.

Sjey partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap. Seks fiska upsa, og eitt fiskar makrel. Skipini, sum eru á upsaveiði, fáa eisini nakað av hjáveiði.

 

- Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin eftir upsa er vánaligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva og koma væntandi inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Ein av teimum smáu trolbátunum er til fiskiskap í løtuni, og væntandi fer onkur aftrat út aftur, tá veðrið batnar.

 

- Eitt garnaskip fiskar svartkalva, men teir hava vánaligan fiskiskap. Helst kemur skipið inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at tvey skip fiska havtasku við gørnum. Einki verður sagt um fiskiskap, men garnaveiðan eftir havtasku plagar at hildnast.