Upsafiskiskapurin roynist ikki

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa hevur ikki verið nakað serligur í seinastuni.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa hevur ikki verið nakað serligur í seinastuni. Tó fáa skipini eisini nakað av hvítum fiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at partrolarapørini koma inn at landa, sum henda vikan gongur, og onkur djúpvatnstrolari landaði eisini fyrr í vikuni.

 

- Ein djúpvatnstrolari er nýliga byrjaður túr, og ein liggur við bryggju. Djúpvatnstrolararnir fiska bæði tosk, kongafisk og blálongu, verður lagt aftrat.

 

Fimm trolbátar hava fiskað havtasku á Skeivabanka, men tann eini byrjaði norðan fyri og hevði eisini nakað av toski og hýsu.

 

- Mánadagin landaðu tríggir trolbátar, og væntandi koma tveir seinni í hesi vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini til ráfiskatilfeingi hesa vikuna.