Upsaveiðan er misjøvn

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini, og ein er vestanfyri. Teir landa allir í næstu viku.

 

Fiskiskapurin kundi verið betur, men skipini gera onkur góð hál.

 

 

Nøkur partrolarapør fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Fiskiskapurin kundi verið betur, men skipini gera onkur góð hál. Trý pør fiska gulllaks.

 

- Ein djúpvatnstrolari er nýliga byrjaður túr, men ein annar, sum eisini ætlar sær avstað, hevur ikki loyst. Skipið, sum er til fiskiskap, fiskar svartkalva.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tríggir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini, og allir eru norðanfyri. Ein trolbátur er vestanfyri.

 

- Teir, sum eru á landleiðini, fáa mest av flatfiski og nakað av toski. Trolbáturin, sum er vestan fyri, hevur blandaða veiði - tosk, hýsu, longu og nakað av flatfiski.

 

Væntandi koma allir trolbátarnir inn at landa miðskeiðis og síðst í næstu viku.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava hampiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur eisini brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.

 

 

 

Fiskiskapurin kundi verið betur, men skipini gera onkur góð hál.