Upsaveiðan roynist ikki best

Av teimum smáu trolbátunum er ein á Íslandsrygginum, tveir eru á landleiðini, og tríggir eru norðanfyri. 

Tað eru partrolarar, sum gera góð hál, men sum heild roynist upsaveiðan ikki best.

 

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og tey flestu eru á upsaveiði. Onkir ísfiskatrolarar hava eisini roynt seg á makrelveiði, nú gulllaksavertíðin er liðug.

 

- Partrolararnir, sum eru á upsaveiði, koma inn at landa, sum henda vikan gongur, men upsafiskiskapurin kundi verið betri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Av djúpvatnstrolarunum, sum plaga at vera til fiskiskap, er annar á makrelveiði, og hin liggur við bryggju, verður lagt aftrat.

 

Av teimum smáu trolbátunum er ein á Íslandsrygginum, tveir eru á landleiðini, og tríggir eru norðanfyri. 

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski. Tveir av bátunum landa fyrst í hesi vikuni. Hinir landa antin miðskeiðis ella síðst í vikuni.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

- Tvey garnaskip fiska havtasku. Tey hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

 

 

 

 

Tað eru partrolarar, sum gera góð hál, men sum heild roynist upsaveiðan ikki best.